Annað

28 tennisleikarar handtiknir í Spania fyri matchfixing

Tilsamans eru 83 fólk handtikin.

2019-01-10 20:30 Author image
Ari av Rana
placeholder

Spanska løgreglan hevur handtikið 83 fólk fyri matchfixing í tennis. Av teimum 83 fólkunum eru 28 tennisleikarar.

Handtøkurnar er eitt úrslit av einum samstarvi millum Europol, sponsku løgregluna og hægsta rættin í Spania.

Fólkini hava skipað fyri matchfixing í 97 tennisdystum og hava vunnið milliónir av tí.

Tann eini av teimum 28 leikarunum, sum eru handtikinir, var við í US Open seinasta spælt varð.

Tey ólógligu veddimálini vóru gjørd til Challenger- og Future-kappingum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder