Hondbóltur

29 fyritøkur og fimm kommunur rinda fyri Kringvarpið

Fíggingin er komin í hús. Nú vantar bara tekniski parturin, so bronsudysturin kann sendast í KvF.

2025-06-28 20:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroysku hondbóltsdreingirnir hava ikki bara skrivað heimssøgu, men teir hava skrivað seg í føroysku hjørtuni við skjótum, tekniskum og rúnarbindandi hondbólti.

Tíverru vóru tað ikki øll, ið høvdu møguleika at síggja serstakliga spennandi og søguligu hálvfinaluna móti Portugal fríggjakvøldið, tí dysturin mátti keypast umvegis heimasíðuna hjá Solidsport.

Av tí at Kringvarpið ikki hevur rættindi til hondsbóltsdystirnar hjá U-21, var farið í gongd við at savna pengar inn, soleiðis at søguligi bronsudysturin móti Svøríki sunnudagin kann vísast í Kringvarpinum.

Fíggingini er nú komin í hús. Talan er um 29 fyritøkur og 5 kommunur, ið hava tikið stig til at stuðla søguliga dystinum móti Svøríki í morgin klokkan 16.

Nú manglar bara tekniski parturin, men hann kemur væntandi í rættlag skjótt. Sum støðan er nú, er tað tí nógv, ið bendir á, at søguligi bronsudysturin móti Svøríki verður vístur í Kringvarpinum.

Hesi stuðla søguliga bronsudystinum:

Fishfacts

Oy

Poul Hansen

Mowi

Sunda kommuna

Eysturkommuna

Faroe Ship

62 norð

Vága kommuna

Varðin

Hotel Hilton

Vónin

Runavíkar kommuna

Poul Michelsen

Skálkur.fo

Smyril Line

Magn

Voxbotn

SMS

Atlantic Airways

Havnar Bio

Føroya Bilasøla

Christian í Grótinum

Effo

Klaksvíkar kommuna

Føroya Tele

Nema

Framskák

Samskip

Vestpack

Rasmussen bussar

Tummas Dam Ítróttur

Simme Musikkhús


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder