UEFA letur 1,7 milliardir krónur út til limalondini fyri at hjálpa til við avbjóðingunum, sum hava stungið seg upp við koronakreppuni.
Tey 55 limalondini í UEFA-samgonguni fáa eins nógv í part, 32 milliónir krónur, boðar UEFA frá í kvøld.
Okkara ítróttur stendur fyri óvæntaðum avbjóðingum orsakað av koronakreppuni. UEFA ynskir at hjálpa limunum, og vit hava játtað at lata 32 milliónir krónur til hvørt fótbóltssamband, sigur UEFA forsetin, Aleksander Čeferin, við uefa.com.
Upphæddin kemur úr sonevdna HatTrick grunninum, sum vanliga verður brúktur til menning av fótbólti í ymsu londunum. Í ár kunnu limalondini sjálvi gera av, hvussu peningurin skal brúkast.
Sostatt fær FSF heilar 32 milliónir krónur, sum kunnu nýtast at hjálpa føroyskum fótbólti í hesum tíðum. Fremsta deildin hjá monnum byrjar 9. mai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald