Annað

33 heiðursmerki á fyrsta stóra degnum: Føroyar greitt á odda samanlagt

Føroysku íðkararnir gera bart á Orknoyggjunum: 17 gullheiðursmerki eru komin undir land, umframt nærum tvífalt so nógv av øðrum - sí yvirlit.

2025-07-14 23:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á fyrsta stóra kappingardegnum á oyggjaleikunum á Orkoyggjunum hava føroyingarnir verið flúgvandi:

Við 33 heiðursmerkjum samanlagt ligga Føroyar nummar eitt samanlagt - átta heiðursmerki eru niður til Guernsey á 2. plássi og 13. pláss eru til Guernsey á 3. plássi.

Sí samlaða heiðursmerkjayvirlitið her

Til ber at fylgja við heiðursmerkjatali okkara so hvørt ovast á Portalinum.

Sí eisini: (Video): Jónas Isaksen og Dánjal Dahl Ljósheim gull og bronsu

Føroyar hava vunnið heiðursmerki í badminton, bogaskjóting, frælsum ítrótti, súkkling, svimjing og í fimleiki.

Serliga í síðstnevnda er talið høgt: 14 heiðursmerki. Harav vóru níggju gull, so harvið hevur fimleikurin veruliga gjørt bart fyri Føroyar higartil.

Til ber at síggja yvirlit yvir, hvør hevur vunnið hvat her - ella niðast

Í svimjingini vóru eisini nógv heiðursmerki, umframt nøkur føroysk met. Hjá bogaskjúttunum gekst sum smurt.

Samanumtikið ein frálíkur dagur. Vónirnar fyri mikudagin eru eisini góðar: Føroyingar vera millum annað í fleiri finalum.

Føroysk heiðursmerki á oyggjaleikunum 2025 higartil

Bogaskjóting: 
Lið - Compound og Recurve - Nikkel Petersen, Hans Petur Høgjaard, Anja Eydnudóttir (Gull) Jóhannes Poulsen (silvur)

Badminton: 
Lið Silvur

Frælsur Ítróttur: 
Renning (400 m): Jónas Gunleiksson Isaksen (Gull) Dánjal Dahl Ljósheim (Bronsa)
Spjótkast: Sunniva Bogadóttir (Silvur)

Fimleikur: 
Mia Højgaard (x2), Rókur Sumberg Vestergaard (x2), Lið (x2 - menn og kvinnur), Ari Poulsen, Marin Danielsen og Torleivur Christiansen (Gull)
Rókur Sumberg Vestergaard, Bjarki Johannesen og Oddvør Alberta Kimsdóttir (silvur)
Mia Højgaard og Ronja Johannesen (bronsa)

Súkkling:
Súsanna Skylv Sørensen (Silvur)

Svimjing: 
Líggjas Joensen og Isak Brisenfeldt (Gull) 
Bartal Erlingsson Eidesgaard, Alisa Vestergaard og Isak Brisenfeldt (Silvur)
Lið - kvinnur - Lea Osberg Højsted og Silas Dam Lindberg (Bronsa)



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder