Nógv ross og nógvar spennandi kappingar, vórðu í væleyðnaðu FM kappingini hjá Vága Ríðingarfelag
Fyrsta kappingin á degnum var 100 mtr. Tølt. Her kappast rossini einsæris og vinnari á degnum var Brynjar við Regin Johannessen á baki, teir høvdu tíðina 11,77. Nummar tvey var Strákur við beiggja Regin, Bárði Johannessen á baki og nummar trý Krapi og Thorfinn Nielsen. Skeiðkappingina vann Kór við Beintu P. Debes, tíðin um teir 100 mtr. var 9,13, nummar tvey vóru Viti við Jónu Ólavsdóttir á baki og nummar trý Orka við ungu Ranju K. H. Djurhuus. Trav vann Birita Lútzen á Freyr, nummar tvey var Karin Nónklett á Snædis og nummar trý Laila P. Christiansen á Tango.
Tvíspor Ung 250 mtr. er aftur í ár ein sera spennandi kapping, fleiri ross eru sum bjóða seg fram. Hesaferð eyðnaðist tað aftur føroyameistaranum frá í fjør, Silfu við Ásu Bárðadóttir at vinna. Nummar tvey var Fía Nolsøe, hon reið á Báruni, nummar trý gjørdist Freyr og Birna Jóansesarson. Tað var tætt milum hesi rossini, tíðirnar vóru ávíkavíst 18,34 - 18,97 - 19,04, nummar fýra hevði 19,26. So fýra ross innafyri eitt sekund. Tvíspor ll flokk vann Sirkill við Halli Hansen á baki, nummar tvey gjørdist Pegasus og Vár Joensen og trý Gordon við Rebecku Jørgensen.
Tvíspor l flokkur gjørdist eisini sera spennandi. Eisini her var minni enn eitt sekund millum nummar eitt og nummar fýra. Vinnari gjørdist formaðurin í Vága Ríðingarfelag, leyningurin Zacharias R Jacobsen á ryssuni Ronju. Tey høvdu 17,94, nummar tvey var Bragi við Jónu Ólavsdóttir, 18,10, og nummar trý Svanna og Barbara Carlsen 18,57
Kappingin í gjár var tann næstseinasta FM kappingin í summar, seinasta kappingin verður í Marknagili um tvær vikur, leygardagin 28 august.
(Innsent av Ríðisamband Føroya)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald