Annað

40 ross kappast á ólavsøku

Árliga ólavsøkukappríðingin verður í Marknagildi ólavsøkudag kl. 15.

(Mynd: Føroya Ríðingarfelag)

(Mynd: Føroya Ríðingarfelag)

2022-07-28 13:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er aftur í ár stór luttøka til ólavsøkukappríðingina, 40 ross vera við til kappingina í Marknagili ólavsøkudag klokkan 15.

Siðbundna ólavsøkukappríðingin, ið fylti 100 ár í fjør hevur altíð havt stóra undirtøka millum manna. Nógv fólk hava sum fastan sið at byrja seinna ólavsøkudagin uppi á breytini við oyggjarvegin, skrivar Ríðingarfelagið í tíðindaskrivi.

Tey 40 rossini eru býtt út á hesar bólkar:

Í Tølt eru sjey ross við, og í Skeið fimm ross. Hesi kappast einsæris á 100 metra teini. Síðani verður farið út á 250 mtr. Har kappast ross í riðlum. Eitt ross er við í kappingini Trav opin flokkur – hetta er bólkur fyri ross, ið ikki lúka treytirnar fyri at luttaka í FM kappingum – tær eru fyri føroysk, norsk, íslandsross og blandingar harímillum. Síðani eru sjey ross við í Trav, níggju við í Tvíspor ung, og átta við í Tvíspor ll flokkur vaksin. At enda verður farið út á 500 mtr., har fara trý ross at kappast um hvør skal vinna Tvíspor l flokkur vaksin.

Fegnast kann serliga um at undirtøkan í Tvíspor ung er vaksandi, og hetta burdi borið boð um bjarta framtíð fyri ríðingina, skrivar Ríðingarfelagið.

Kappingaryvirlit sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder