Fótbóltur

42 ár og bestur í Føroyum

Liðformaðurin hjá Víkingi fekk størsta persónliga heiðurin hjá monnum fyri síni støðugu avrik. Tað er ikki bert Atli Gregersen hjá Víkingi, sum hevur fingið viðurkenning fyri flotta árið hjá felagnum.

Fyri fyrstu ferð í sjey ár kundi Atli Gregersen taka ímóti FM-steypinum. Hetta hava hann og liðfelagarnir so ruddiliga uppiborið (Mynd: Jens Kr. Vang)

Fyri fyrstu ferð í sjey ár kundi Atli Gregersen taka ímóti FM-steypinum. Hetta hava hann og liðfelagarnir so ruddiliga uppiborið (Mynd: Jens Kr. Vang)

2024-11-08 19:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Víkingur vann greitt FM-heitið hjá monnum, og hetta varð ikki óvæntað endurspeglað í heiðrunum á "Ársins spælara-tiltakinum", sum serliga FM1 stóð fyri mikudagin.

Víkingur fekk ársins málverja, ársins miðvallara, ársins unga spælara og ársins venjara, umframt "Fair Play-steypið" fyri lægsta talið av kortum. Seks spælarar úr Víkingi vóru á ársins liði - beint yvir helmingurin. Og so varð liðformaðurin eisini tvær ferðir á pallinum á Hotel Hafnia eftir persónligum heiðri.

Atli Gregersen er elsti spælari, sum hevur fingið hendan heiðurin og verður hetta helst ikki tikið. 42-ára gamli miðverjin hevur havt eitt frálíkt kappingarár, har hann á vøllinum hevur stýrt besta verjuparti og besta liði í Føroyum við hepnari hond.

Tað var ikki óvæntað, at Atli vann heiðurin sum ársins verjuspælari. Dyggasti kappingarneytin var helst makkarin í miðverjuni Arnbjørn Svensson, sum er ein frálíkur fótbóltsspælari, ið hevur ment seg nógv undir liðuni á liðformanninum og er vorðin landsliðsspælari. Bakkar sum Mathias Voss hjá HB hava eisini staðið seg, men maðurin við væl yvir 400 Betrideildardystum varð kosin.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Ferðin hevur ongantíð verið ein styrki, men fótbóltsskilið er framúr, og hetta hevur Atli Gregersen nýtt væl aftur í ár. Tað hevur verið sjáldan, at hann er komin í trupulleikar, og ofta hevur nummar fýra hjá Víkingi "bara" staðið rætt, so tað ikki er vorið vandamikið og millum annað ruddað burtur í brotsteignum.

Sum fótbóltsspælari er hann kanska framvegis onkutíð undirmettur. Teknikkurin, tolið og evnini at finna fríar viðspælarar aftanfyri fyrstu og aðru linjuna hjá mótsstøðuliðunum eru ógvuliga góð – í øllum førum eftir føroyskum mátistokki.

Fyri spælið hjá Víkingi – við og uttan bólt – og fyri liðið sjálvt hevur Atli Gregersen havt ovurstóran týdning. At teir úr Eysturkommunu lata lægst tal av málum inn, umframt spæla mest skipaða og besta spælið við bólti í ár, hongur nógv saman við nummar 4.

Tað er sjálvandi tørvur á nógvari renniorku og skilagóðum spælaraum rundanum. Hetta hevur Víkingur, og so hevur liðið seinastu árini havt ein høvuðsvenjara, sum hevur arbeitt harðast og lagt meira og meira á hjá teimum í ljósabláum.

Saman við serliga Sølva Vatnhamar er tað Atli Gregersen, sum er størsta ímyndin av liðnum, sum aftur er á tindinum í Føroyum. Teir eru samanlagt 80-ára gamlir, og eftir at Sølvi tvey ár á rað fekk heiðurin sum ársins spælari í Føroyum, varð tað nú Atla'sa tørn.

Hjá Víkingi skaraði kanska serliga Geza David Turi framúr fyrsta partinum av kappingarárinum. Dugnaligi miðvallarin hevur tó ikki staðið eins sterkur í myndini, sum kappingarárið er liðið, har millum annað ein skaði hevur órógvað nakað. Poul Kallsberg og Olaf Bárðarson hava eisini verið skaddir í tíðarskeiðum. Í álopspartinum hjá Víkingi skaraðu teir samanlagt mest burturúr – tó ikki nóg mikið til at verða Ársins spælari. Poul gjørdist tó ársins ungi spælari, og Olaf var eisini í topp-trý har.

Petur Knudsen var greitt mest virðismikli spælari hjá NSÍ og helst hjá topp-fýra samanlagt. Av teimum álopskendu spælarunum í deildini var hann helst besta boðið uppá ein ársins spælara eftir avrikinum í landskappingini. Stig hansara fall tó eisini nakað seinasta triðingin, saman við avrikunum hjá NSÍ – og umvent.

Í ár valdi FM1, at evropeisku dystirnir skuldu telja við í metingunum. Tað skuldi tað ikki í fjør. Annars hevði Árni Frederiksberg verið greiður vinnari í 2023. Aftur í ár var Árni framúr í Evropa, og var vandamikli og snildi vongurin nær við at bera KÍ í enn eitt bólkaspæl/deildarspæl við serliga sínum seks málum og trimum uppleggum í Evropa. Hetta var eisini nóg mikið at lyfta nummar 7 upp í topp-trý hjá undirritaða og helst eisini hjá øðrum, men heildaravrikið hjá víkingunum var tað sterkari – tað at KÍ hevði átta evropeiskar dystir og harvið fýra fleiri enn nakað annað felag er eisini tikið við í metingina. Páll Klettskarð varð greiður toppskjútti og endaði sum ársins áleypari.

Í HB vóru menn sum áðurnevndi Voss, Hanus Sørensen og Áki Samuelsen flúgvandi í pørtum av kappingarárunum. Tó var tað ikki nóg mikið hjá nøkrum einstøkum spælara hjá steypavinnaranum at vinna seg á "einstaklinga-tindin".

Tað, sum Atli Gregersen í stóran mun vinnur uppá, er allarhelst tað at vera støðugur. Tað er týdningurin fyri liðið, sum var best í Betrideildini í 2024 og serstøku evnini sum verjuspælari og fótbóltsspælari: Í at verja sítt mál men eisini at byggja upp við bóltinum. Og sanniliga eisini við at stýra.

Júst í ár var kanska heldur ikki ein nærum sólarklárur ársins spælari sum okkurt av undanfarnu árunum (Árni Frederiksberg 2021, Adrian Justinussen 2018 o.s.fr) At tað so verður ein frá Víkinga-liðnum er ikki óvæntað, og so endaði Atli Gregersen fyri fyrstu ferð við heiðrinum eftir eitt av sínum allarbestu persónligu kappingarárum. Hetta verður samstundis ein "samlað" viðurkenning av flottum tíðarskeiði hjá elsta víkinginum, sum nú spælir saman við soninum, og sum í næstu viku verður á A-landsliðstúri. Sum hjálparvenjari.

[object Object]Royndi miðverjin fegnast saman við konuni eftir seinasta dystin í ár (Mynd: Jens Kr. Vang)

Tað eru venjarar og liðformenn í Betrideildini umframt landsliðsvenjarar og miðlar, sum atkvøddu til tiltakið.

Portalurin hevði hesar í topp-trý sum ársins spælara (í hesari raðfylgjuni):

Atla Gregersen, Geza David Turi og Árna Frederiksberg

Og hesar sum ársins verjuspælara:

Atla Gregersen, Arnbjørn Svensson og Mathias Voss

Yvirlit yvir hvat hvør hevur atkvøtt kemur alment út skjótt. Yvirlit yvir allar heiðrarnar til Ársins Spælara-tiltakið kann least niðanfyri:

Ársins leikari menn
Atli Gregersen úr Víkingi

Ársins leikari kvinnur
Heidi Sevdal úr NSÍ

Ársins ungi leikari menn
Poul Kallsberg úr Víkingi

Ársins ungi leikari kvinnur
Sólja Ernstsdóttir úr KÍ

Ársins venjari menn
Jóhan Petur Poulsen

Ársins venjari kvinnur
Allan Dybczak venjari hjá NSÍ

Ársins venjari hjá 1. deild menn
Pól Thorsteinsson venjari hjá FC Suðuroy

Ársins málverji menn
Bárður á Reynatrøð úr Víkingi

Ársins málverji kvinnur
Abigail Mensah úr NSÍ

Ársins verjuleikari menn
Atli Gregersen úr Víkingi

Ársins verjuleikari kvinnur
Birita Ryan úr KÍ

Ársins miðvallari menn
Geza Turi úr Víkingi

Ársins miðvallari kvinnur
Sara Samson Lamhauge úr NSÍ

Ársins áleypari menn
Páll Klettskarð úr KÍ

Ársins áleypari kvinnur
Heidi Sevdal úr NSÍ

Ársins toppskjútti menn
Páll Klettskarð úr KÍ

Ársins toppskjútti kvinur
Heidi Sevdal úr NSÍ

Ársins dómari hjá menn
Eiler Rasmussen

Ársins dómari hjá kvinnur
Andras Frederiksberg

Ársins Fair Play heiður menn
Víkingur

Ársins lið menn
Bárður á Reynatrøð, Viljormur Davidsen, Arnbjørn Svensson, Atl Gregersen, Mathias Voss, Geza Turi, Hanus Sørensen, Sølvi Vatnhamar, Petur Knudsen, Poul Kallsberg, Páll Klettskarð

Ársins lið kvinnur
Abigail Mensah, Tórunn H. Joensen, Mirjam Huneck, Birita Ryan, Jonnhild á Sondum, Evelin Mastropasqua, Sunniva Willemoes, Sara Samson Lamhauge, Jensa Tórolvsdóttir, Lea Lisberg, Heidi Sevdal

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder