Fótbóltur

48 lið fyri fyrstu ferð

104 HM-dystir eru á skránni frá 11. juni til 19. juli. Tað verður fyrstu ferð, at tríggjar vertstjóðir eru til eitt heimsmeistaraheitið í fótbólti.

HM-fepur merkist í Queens, einum býarparti í New York. Sjálvf finalan verður spæld stutt hiðani 19. juli (Mynd: Spencer Platt/AFP/Ritzau Scanpix)

HM-fepur merkist í Queens, einum býarparti í New York. Sjálvf finalan verður spæld stutt hiðani 19. juli (Mynd: Spencer Platt/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-06-10 14:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í annaðkvøld, hósdagin 11. juni, fer tað av bakkastokki: HM-endaspæl nummar 23 í røðini hjá monnum, sum í vavi verður tað størsta higartil.

Hetta verður tað fyrsta, sum verður í trimum ymiskum vertstjóðum: Meksiko, USA og Kanada. Síðstnevnda hevur ikki verið vertur áður, meðan hjá Meksiko verður tað fyri triðju ferð: Eingin tjóð hevur hýst HM í mansfótbólti oftari enn tvær ferðir.

USA var vertur í 1994. Hetta var seinastu ferð, at 24 lond vóru við. Tað fór upp til 32 ár í 1998, og nú 28 ár seinni verður talið víðkað til 48 lið.

Hetta hevur nógv ymisk ting við sær. Talan verður um tólv bólkar, har samanlagt 32 lond koma víðari. Nøkur spildurnýggj lond eru við - Curacao, Kap Verde, Jordan og Usbekistan - og yvir hundrað dystir skulu spælast: Samanlagt 104 innan fimm og eina hálva viku.

Øll HM-skráin sæst her

og her við evropeiskum tíðum

Lagt verður hóskvøldið, tá Meksiko tekur ímóti Suðurafrika á mæta Estadio Azteca í Meksiko býi. Dysturin byrjar klokkan 20 føroyska tíð - sum heild vera nógvir dystir seint á kvøld, um náttina og tíðliga um morgunin okkara tíð, vegna tíðarmunnin.

Allir bólkarnir síggjast niðanfyri

Bólkur A:
Meksiko
Suðurafrika
Suðurkorea
Kekkia

Bólkur B:
Kanada
Bosnia - Hersegovina
Katar
Sveis

Bólkur C:
Brasilia
Morokko
Haiti
Skotland

Bólkur D:
USA
Paraguay
Avstralia
Turkaland

Bólkur E
Týskland
Curacao
Fìlabeinsstrondin
Ecuador

Bólkur F:
Niðurlond
Japan
Svøríki
Tunisia

Bólkur G
Belgia
Egyptaland
Iran
Ný Sæland

Bólkur H
Spania
Kap Verde
Saudi Arabia
Uruguay

Bólkur I
Frakland
Senegal
Irak
Noreg

Bólkur J
Argentina
Algeria
Eysturríki
Jordan

Bólkur K
Portugal
Kongo
Uzbekistan
Kolumbia

Bólkur L
England
Kroatia
Ghana
Panama

Tvey lond koma víðari úr hvørjum bólki, umframt átta av teimum tólv trý'arunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder