2023-05-14 14:44
KÍ-málverjin Markus O. Pettersen er blivin sjúkur og Rói M. Hentze er skaddur. Tí verður tað 49 ára gamli Geza Turi, sum er settur í KÍ-málið í dystinum móti HB.
Hetta veit bolt.fo út frá dómaraseðlinum til dystin sum byrjar klokkan 15.
Geza Turi hevur ikki spælt í bestu deildini síðani á sumri 2018.
9. umfar í Betrideildini
Sunnudagin 14.05
15.00:
HB - KÍ
EB/Streymur - 07 Vestur
16.00: B68 - TB
18.00: B36 - ÍF
Mánadagin 15.05
19.00: Víkingur - AB
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald