2018-07-28 16:24
Tað var ógvuliga stórur spenningur hjá 5 mannaførum dreingjum. Á stigatalvuni var nærum púra javnt millum tríggjar bátar, og tann sum vann á ólavsøku, tryggjaði sær FM-heitið.
Tá bátarnir komu inn um Molan var Sílið skutin frammanfyri Jallin, og helt allan vegin inneftir. Teir á Jallinum royndu fleiri ferðir at fáa Sílið aftur, men tað eydnaðist ongantíð.
Sílið kom fyrst á mál við tíðini 4.47.09.
5 mannafør dreingir
Sílið 4.47.09
Jallurin 4.47.46
Royndin Fríða 4.50.27
Drekin 4.51.19
Firvaldur 4.53.33
Silja 4.54.21
Ørnin 5.04.28
Ingibjørg 5.06
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald