Hondbóltur

Kjartan Johansen toppskjútti í Keypmannahavn - Óli Mittún legði upp til átta mál

Báðir landsliðsspælararnir vóru væl við í greiðum sigrum - barndómsfelagið hjá Kjartani tapti greitt í evropeiskum dysti í dag, meðan Vilhelm Poulsen var toppskjútti í tapi.

Kjartan Johansen er nú skaðafríur, og er høgri bakkurin byrjaður ógvuliga væl í Vendsyssel (Mynd: Sverri Egholm)

Kjartan Johansen er nú skaðafríur, og er høgri bakkurin byrjaður ógvuliga væl í Vendsyssel (Mynd: Sverri Egholm)

2025-10-19 21:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Her er eitt yvirlit yvir, hvussu tað hevur gingið hjá nøkrum hondbóltsútisetum um vikuskiftið. Landsliðvindeygað var hjá kvinnum, har Føroyar spældu við Tjarnir leygarkvøldið og taptu við seks málum.

RK Vojovodina - StÍF 34-21 (2. umfar og seinni dystur í European Cup)

Vit byrja við einum føroyskum liði í evropeiskari kapping. Tað var greitt áðrenn, at oddaliðið í Serbia fór at vera ein risa biti hjá StÍF.

Fyrsti dysturin fríggjakvøldið endaði við ellivu-máls tapi - í dag var munurin uppaftur størri. Vojvodina vann samanlagt við 25 málum og fer víðari, meðan teir hjá StÍF so kunnu taka royndirnar við eftir fyrsta evropeiska dyst felagsins í øldini.

Les eisini: 
StÍF stríddist móti yvirveldinum
Pauli Rasmussen er besti spælarin í Føroyum í løtuni
H71 var nær við at fremja bragdð í Bosnia

[object Object]
Nakrar góðar føroyskar løtur men sum heild stór sebisk yvirvág (Mynd: StÍF)

H.C København - Elitesport Vendsyssel 21-31 (Kjartan Johansen toppskjútti við 7 málum) - 1, Division

Føroyingauppgerð á Frederiksberg í gjár. Kjartan Johansen og teir vunnu greitt - royndi strandingurin heldur fram við sínari góðu byrjan í felagnum, og varð Kjartan toppskjútti í dystinum við sjey málum.

Hoyvíkingarnir hjá København, Leivur Mortensen, Jónas Gunnarsson Djurhuus og afturvendi Janus Dam Djurhuus, skoraðu samanlagt seks mál.

Teir kappast í løtuni í botninum í næstbestu donsku deildini, meðan Kjartan Johansen og Vendsyssel eru nummar fýra og í oddastríðnum eftir átta umfør. 29-ára gamli føroyski bakkurin er komin væl inn í norðurjútska felagið.

Pauli Mittún, Pætur Mikkjalsson og Team Sydhavsøerne taptu í Odder í dag í somu deild. TSØ og føroyingarnir har hava annars fingið fína byrjan uppá kappingarárið.

 [object Object]
Kjartan Johansen og Janus Dam Djurhuus á veg til landsdyst - í gjár vunnu Kjartan og teir greitt á København. Janus er júst komin aftur eftir skaða (Savnsmynd: Egin Tollaksson Kass)

GOG - Mors-Thy Håndbold 39-31 (Óli Mittún 12 mál+upplegg) Herreligaen

Tað gekst ikki heilt eftir vild at skjóta allatíðina hjá Óla Mittún, sum brendi fýra av átta skotum (helmingin av sínum sotum)

Men 20-ára gamli føroyingurin vísti seg annars væl fram í trygga sigrinum. Hetta millum annað við heili átta uppleggum - nógv flest í dystinum í dag. Mors-Thy liggur annars nummar tvey í fremstu donsku deildini og hevði ikki tapt, áðrenn man rendi seg í Óla Mittún og teir.

Sí støðuna í bestu donsku deildini her

Óli og GOG eru nummar fýra við 11 stigum eftir átta umfør. Skanderborg AGF (SAH) er eitt stig og eitt pláss frammanfyri. Liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen vann í gjár 33-28 á TMS Ringsted. Havnarmaðurin - ið skal spæla ímóti Føroyum skjótt - var næstbesti málskjútti við seks málum, harav trimum brotskøstum.

Fríggjakvøldið fekk Ribe-Esbjerg ein fínan javnleik í Skjern. Teis Horn Rasmussen skoraði eitt mál. Síðsta vikuskifti stóð hann seg ógvuliga væl móti Óla Mittún og GOG, har føroyski strikuspælarin spældi týðandi leklut í at tryggja javnleikin.

[object Object]Óli Mittún hevur nøkur góð avrik í løtuni (Mynd: Sverri Egholm)

Video: Óli Mittún gjørdi um seg í GOG-sigri í Zagreb

GWD Mnden - TSV Hannover-Burgdorf 33-30 (Vilhelm Poulsen 5 mál og 1 upplegg) Bundesligaen

Tað er tungur burður hjá TSV í fremstu týsku deildini. Í dag endaði tað við tapi móti einum av niðaru liðunum.

Vilhelm Poulsen hevur tó sum so tikið av í størri álopsleikluti, nú Renars Uscins er skaddur.

Sí eisini: Video: Vilhelm Poulsen í hopla

Hóskvøldið varð talan um nøkur evropeisk mál, og í dag skoraði føroysku høgri bakkurin fimm mál uppá sjey skot og varð harvið javnsettur toppskjútti hjá Hannover-Burgdorf. Vilhelm legði eisini upp til eitt mál, men tað var ikki nóg mikið.

Liðið hjá Hákuni West av Teigum vann aftur - hesaferð hevði føroyski høgri vongurin tó ongan serligan leiklut.

Elias Ellefsen á Skipagtu gjørdi aftur bart við nógvum málum og øðrum í gjár - Sí meira her

Í Svøríki vunnu Ísak Vedelsbøl og Sävehof aftur - føroyski strikuspælarin skoraði tvey mál í sigrinum á OV Helsingborg.

Fyrr í vikuni spældu Rói Ellefsen á Skipagøtu og Hallby móti júst Helsingborg. Tað endaði við tapi, men Rói á Skipagøtu skoraði heili tíggju mál.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder