Hondbóltur

Golden League: Jóhan á Plógv Hansen skal spæla móti Føroyum

Nikolaj Jacobsen hevur tikið ein krútsterkan hóp út til EM-fyrireikingarkappingina. Føroyar og Danmark spæla sunnudagin 2. november.

2025-10-14 16:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

1. oktober kunngjørdi Hondbóltssamband Føroya hópin, sum Peter Bredsdorff-Larsen hópin, sum skal til Golden League í Trondheim um mánaðarskifti november-desember.

Sí eisini: Tríggir nýggir A-landsliðsspælarar skulu við til Golden League

Hetta er fyrstu ferð, at Føroyar vera við til venjingarkappingina, sum fleiri av størstu hondbóltstjóðunum í Evropa vanliga eru við til.

Danmark og Noreg er so at siga altíð við, og nú eru Niðurlond og Føroyar eisini við í fýra-landakappingini, sum verður nýtt sum fyrireiking til EM-endaspælið.

Skráin fyri Golden League í Tróndheimi sær soleiðis út:

Hósdagin 30. oktober
kl. 17.15 Noreg – Danmark
kl. 19.30 Niðurlond – Føroyar

Leygardagin 1. november
kl. 13.00 Danmark – Niðurlond
kl. 15.45 Noreg – Føroyar

Sunnudagin 2. november
kl. 13.00 Danmark – Føroyar
kl. 15.45 Noreg – Niðurlond

Niðurlond hava í vikuni tikið sín hóp út, og líkist hann tí sum var til EM-undandystirnar móri Føroyum í mars. Tá endaði tað við javnleiki við Tjarnir og við føroyskum sigri í Amsterdam-økinum.

Nikolaj Jacobsen tók í gjár danska hópin út til kappingina. Og hann er sum vera man krútsterkur:

Málverjar:
Emil Nielsen, FC Barcelona
Kevin Møller, SG Flensburg-Handewitt

Vengur:
Emil Jakobsen, SG Flensburg-Handewitt
Magnus Landin, THW Kiel
Johan á Plógv Hansen, Skanderborg AGF Håndbold
Niclas Kirkeløkke, SG Flensburg-Handewitt

Strikur:
Magnus Saugstrup, SC Magdeburg
Lukas Jørgensen, SG Flensburg-Handewitt
Simon Hald, Aalborg Håndbold
Emil Bergholt, Skjern Håndbold

Bakspælarar:
Mathias Gidsel, Füchse Berlin
Mads Hoxer, Aalborg Håndbold
Simon Pytlick, SG Flensburg-Handewitt
Rasmus Lauge, Bjerringbro-Silkeborg
Lasse Andersson, Füchse Berlin
Thomas Arnoldsen, Aalborg Håndbold
Lasse Møller, SG Flensburg-Handewitt
Marcus Midtgaard, Skjern Håndbold

Jóhan á Plógv Hansen spældi móti Føroyum í EM-undankapping í 2019. Nú skal høgri vongurin, sum er uppvaksin í Havn og Kyndli, aftur spæla móti Føroyum. Síðani hevur hann vunnið trý heimsmeistaraheiti á rað, og Danmark hevur eitt OL-heiti afturat - og Føroyar hava flutt seg langt.

Føroyar og Danmark spæla 2. november í Trondheim. Tá skulu Elias Ellefsen og Skipagøtu og Hákun West av Teigum spæla ímóti dagligum liðfeløgum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder