
- Tað er ikki fyri at snakka niður á nakran, og vit eru væl skúlaðar frá tiðini undir Sormani, men síðani André (Olsen, red.) er komin inn, er tað sum um, at eitt annað lív er yvir tí.
Tað sigur Jákup Thomsen, tá vit spyrja kvøldsins málskjútta hjá HB, hvør munurin er frá 1-7 tapinum mót NSÍ tíðliga í mars og tíðini tá - í mun til nú.
- Tað er ein gleði. Allir elska at koma til venjing, og vit skulu byggja á tað.
Jákup Thomsne hevur aftur skorað sum innskiftari, og slíkt sigur nakað, heldur hann sjálvur (Mynd: Sverri Egholm)
27-ára gamli áleyparin heldur, at samahaldð er sterkt í HB-húsinum, og at tað sigur nógv, at man undan seinasta umfai er á 2. plássið.
- Vit fara vónandi at ríða víðari á bylgjuni inni í næsta ár og tá bjóða av um tað ordiliga stuttligta: 1. plássið...onkur skal jú bjóða av, staðfestir áleyparin.
Hoyr eisini Jákup Thomsen seta orð á sjálvan sigurin á NSÍ í kvøld ovast
Les eisini: HB á 2. plássi eftir frálíkan hálvan tíma
-------------------------------------------------------
Betrideildin 26. og næstseinasta umfar
Í dag, sunnudagin 19. oktober
HB - NSÍ 3-0 (0-0)
63' Jákup Thomsen (Ári Mohr Jónsson) 1-0
68' Emil Grønn Pedersen (Mathias Voss) 2-0
90 (+8)' Jákup Thomsen (Heini Fossdalsá Sørensen) 3-0
Støðan undan seinasta umfari:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald