Annað

5-mannafør gentur: Falkur vann í mjørkanum

Fyrsti róðurin í Vági var ógvuliga tættur.

2018-06-23 15:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað bleiv ein ógvuliga spennandi róður hjá 5-mannaførum gentum.

Falkur hevur ikki verið millum fremstu bátarnar á undan farnu stevnum, men hesaferð vóru hósvíksgentur fremst nærum allan vegin.

Í endaspurtinum gjørdist tó øgiliga spennandi, og Tambar kom fram á Falk. Men Falkur átti munin tá avtornaði.

Nú tríggjar stevnur eru eftir er púra opið í FM-stríðnum. Bara tvey stig eru á muni millum Blik og Tambar, sum hava ávikavist 25 og 23 stig.

5 mannafør gentur úrslit
1. Falkur (5.57.11)
2. Tambar (5.57.13)
3. Blikur (5.58.24)
4. Drekin
5. Beinta
6. Báran
7. Kollur
8. Sílið
9. Fenja
10. Frúgvin
11. Royndin Fríða
12. Stubbin
13. Knúkur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder