Hondbóltur

Rói Ellefsen á Skipagøtu vísti stórspæl í 1. umfari

Liðið hjá honum tapti, eins og Ísak Vedelsbøl og Sävehof, men Rói á Skipagøtu skoraði heili 11 mál fyri Hallby.

22-ára gamli landsliðsbakkurin var millum teir mest effektivu spælararnar í bestu svensku deildini í 1. umfari (Savnsmynd: Sverri Egholm)

22-ára gamli landsliðsbakkurin var millum teir mest effektivu spælararnar í bestu svensku deildini í 1. umfari (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-09-18 17:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Teir tríggir føroysku landsliðsspælararnir í fremstu svensku deildini fingu eina heldur blandaða byrjan, tá fimm dystir í 1. umfari í Herr Handbollsligan vórðu spældir.

Sum vit hava skrivað um fyrr í dag, so skoraði Tróndur Mikkelsen seks mál og spældi væl í 30-26 sigri hjá HF Karlskrona á Eskilstuna Guif.

Les eisini: Tróndur Mikkelsen hevur fingið eina frálíka byrjan í Søvríki

Ísak Vedelsbøl skeyt fýra mál, men Sävehof tapti 34-32 fyri Amo.

Rói Ellefsen á Skipagøtu og Hallby vóru eisini fyri tapi, 27-34 fyri Skövde, men føroyingurin hevði eitt stórt avrik.

22-ára gamli spælskiparin skeyt heili 11 av teimum 27 málinum hjá Hallby. Rói á Skipagøtu legði eisini upp til nøkur og tók stóra ábyrgd.

Hann er millum teir spælararnar í 1. umfari við hægst MEP (6.92). MEP stendur fyri "Most Efficient Player" - samlað tal fyri persónligt avrik, í mun til effektivitet á fleiri økjum.

Leygardagin 20. september spæla Rói Elledfsen á Skipagøtu og Ísak Vedelsbøl móti hvørjum øðrum í Partille. Tróndur Mikkelsen og Karlskrona vitja í Ystad mánadagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder