Tað er aftur eitt spennandi umfari í Betrideildini fyri framman, sum helst fær sítt hæddarpunkt í Sarpugerði sunnudagin klokkan 15.
Tà tekur Víkingur, við fullum stigatali, móti B36. Liðið hjá Dan Brimsvík vil bjóða av um FM-heitið, men eftir fult stigatal fyrstu trý umførini hevur liðið bert fingið eitt í teimum báðum seinastu dystunum (07 Vestur heima og NSÍ úti) B36 nærum noyðist at vinna fyri at vera heilt væl við.
HB kann í annaðkvøld leggja nakað av trýsti á hini oddaliðini. EB/Streymur fekk sín fyrsta sigur síðsta umfar, men liðið hjá Adolfo Sormani er stórfavorittur í fyrstu uppgerðini í umfarinum. Fyrsta bríksl í Gundadali fríggjadagin verður klokkan 18.00.
Umleið eitt samdøgur seinni spæla KÍ og B68 við Djúpumýru. B68 hevur bert eitt stig og er undir strikuni, men størri trýst er á KÍ, sum nú er nakað frá 1. plássinum. Óvand støða, nógvir skaðar og fleiri spurnartekin í Klaksvík.
07 Vestur er á 4. plássi í løtuni og tekur ímóti Skála sunnudagin klokkan 15. Klokkan 17 verður dystur millum ÍF, sum er uttan venjara og uttan stig, og NSÍ.
6. umfar í Betrideildini
Fríggjadagin 19. apríl
18.00: HB - EB/Streymur
Leygardagin 20. apríl
18.30: KÍ - B68
Sunnudagin 21. apríl
15.00:
Víkingur - B36
07 Vestur - Skála
17.00: ÍF - NSÍ
Støðan í Betri deildini hjá monnum eftir fimm umfør
1. Víkingur 15 stig
2. HB 12 stig
3. B36 10 stig
4. 07 Vestur 10 stig
5. KÍ 9 stig
6. NSÍ 9 stig
7. EB/Streymur 4 stig
8. Skála ÍF 3 stig
9. B68 1 stig
10. ÍF 0 stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald