Tað var ein dagur, har 23 fólk doyðu á ógvuliga syrgiligan hátt. Og tað var ein dagur, har Manchester United broyttist. Flogvanlukkan var oyðileggjandi, men hon var við til at gera felagið United til eitt størri "brand" og til at skapa meira mytu umkring felagið.
Liðið hjá Sir Matt Busby hevði ein miðalaldur uppá bert 22 ár, og var á veg at seta seg á enskan fótbólt. "Busby Babes" bjóðaðu eisini av álvara av í Evropa. United hevði verið í hálvfinaluni í Evropa Cup fyri Meistaralið árið fyri, men har var Real Madrid ov sterkt.
Tíðliga í februar var United á veg til at endurvinna enska meistaraheiti, og hópurin var á veg heim úr Beograd, har ungu menninir hjá Busby enn einaferð høvdu vunnið seg í hálvfinaluna eftir ein truplan dyst ímóti Reyðu Stjørnu. Liðið noyddist at náa heim i góðari tíð, áðrenn dystin ímóti Wolves í vikuskiftinum, av tí at FA sá ikki jaliga uppá evropeiska luttøku. Eftir millumlending í München skuldi hópurin víðari. Umborð vóru m.a. eisini fjølmiðlafólk.
Flogfarið royndi at koma á flog tríggar ferðir, og seinastu ferðina gekk galið. Tað var nakað av kava á breytini, og hetta hevur gjørt sítt til, at flogfarið ikki fekk neyðugu ferðina. Flogfarið fór av breytini og rendi ígjøgnum ein garð og síðani inn í eitt hús. 23 fólk lótu lív; átta leikarar, átta fjølmiðlafólk tveir í venjaratoyminum, ein skrivari í felagnum, ein av skiparunum, ein flogtænari og ein fjeppari.
Tveir av leikarunum fingu so álvarsligar skaðar, at teir ongantíð kundu spæla aftur. Størsta talentið av teimum øllum, Duncan Edwards, doyði 15 dagar eftir tilburðin sum tann seiansti av teimum 23. Einastu ferð hann var vakin spurdi hann: "Hvat klokkan bryjar dysturin ímóti Wolves"
Venjarin, lá tveir mánaðir á sjúkrahúsi í München. Tað var ivasamt, um Busby fór at yvirliva, men hann fór aftur í sítt starv, bygdi liðið uppaftur, og tíggju ár seinni vann ManchesterUnited størsta heiðurin - Evropa Cup fyri meistaralið - við 4-1 sigri á Benfica á Wembley. Núverandi venjarin hjá United Ole Gunnar Solksjær segði í dag við heimasíðu felagsins:
- Tað er ein syrgiligur dagur í okkara søgu, men tað er ein dagur, ið vit altíð fara at minnast
Fótbóltur
61 ár síðani flogvanlukkuna í München
6. februar í 1958 misti Manchester næstan eitt heilt fótbóltslið - tilsamans 23 fólk lótu lív.
Myndin er kend sum "The Last Line Up" - Busby Babes undan fjórðingsfinaluni í Beograd, har United tapti men spældi seg víðari
2019-02-06 21:19
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald