Arbeiðið við at dagføra økið við Djúpumýru hevur verið í gongd í eina tíð. Endamálið hevur verið at betra um umstøðurnar hjá Klaksvíkar Ítróttarfelagið og at tryggja, at til ber hjá fremstu liðunum hjá KÍ at hýsa evropeiskum dystum, eins og at kvinnulandsliðini og ungdómslandsliðini kunnu spæla í Klaksvík.
Í fjør varð eitt stórt fet tikið, tá Bláa Skýlið varð gjørt. Nú er tað mesta í skýlinum suðureftir liðugt, men fyri at leikvøllurin skal verða góðkendir til evroepeiskar og ymsar altjóða dystir, so er neyðugt við fleiri áskoðaraplássum. UEFA gav góðkenning til Djúpumýru sum leikvøll á sumri í fjør, men tað var til dyst uttan áskoðarar. Ein slíkur skuldi fara fram í august, men orsakað av koronutilburðum í ferðalagnum hjá Slovan Bratislava varð Champions League-dysturin ongantíð spældur. Um nógv vinnandi kvinnuliðið hjá KÍ hevði trekt heimavøll í Champions League tíðliga í vetur, so hevði dysturin verið leiktur í Klaksvík.
Neyðugt er við 1.500 sitiplássum, fyri at ein leikvøllur kann verða skrásettir í "bólki 2" hjá UEFA. Seinastu tíðina hevur verið arbeitt við ymiskum loysnum at útvega tey írestandi áskoðaraplássini, sum mangla í at fáa vøllin altjóða góðkendan, og í dag hevur Klaksvíkar kommuna boðað frá, at 625 nýggj áskoðarapláss verða løgd aftruat við Djúpumýru. Tey verða við eystaru síðu av vøllinum. Tað vil siga aftanfyri eina málið - við Jógvan Waagsteinsgøtu. Mett verður, at hetta er ein betri loysn enn at leingja Bláa Skýlið.
Tekning av, hvussu tað eftir ætlan fer at síggja út um nakrar mánaðir við Djúpumýru (Mynd: klaksvík.fo)
Hjalti Josephsen frá Norðhús og Karl Johansen, borgarstjóri hava undirritað sáttmálan (Mynd: klaksvik.fo)
Heimasíðan hjá kommununi skrivar, at FSF hevur víst áhugað í at hýsa dystum hjá kvinnu landsliðnum og ungdómslandsliðum í Klaksvík, og nú besta mansliðið hjá KÍ aftur hevur evropeiska uppgávu fyri framman í summar, so verður farið í gongd við arbeiðið beinanvegin, so at áskoðaraplássini kunnu verða tøk til dystirnar í summar. Hetta vænta ráðgevarnir hjá kommununi verður møguligt.
Tað er Norðhús, ið skal gera arbeiði. Avtala varð gjørd millum byggifyritøkuna og kommununa í dag. Kostnaðurin fyri hesa verkætlan er seks milliónir krónur. Harav hevur FSF givið tilsøgn um tvær millónir krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald