Hondbóltur

80 minuttir skuldu til fyri at koppa Føroyum í finalustríðnum

Føroyingar stríddust fyrimyndarliga væl í HM-hálvfinaluni, men seinasti hvassleikin vantaði í kvøld: Brenda brotskastið tá tíðin var farin varð avgerandi fyri, at Portugal fór í finaluna - og at Føroyar skulu spæla bronsudyst.

2025-06-27 22:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sosnowiec, Pólland (Portalurin): Tað kundi so at siga ikki verið tættari í HM-hálvfinaluni. 

Portugal var á odda við trimum málum í steðginum í vanligu leiktíðini, Føroyar fingu veruliga yvirtakið nakað inn í 2. hálvleik, men favorittarnir og U20-finalastirnar í fjør svaraðu aftur.

Seinastu minuttirnar vóru liðini stavn um stavn, og føroyska verjan - ið var frálík í serliga 2. hálvleiki - syrgdi fyri, at Portugal ikki avgjørdi dystin.

Fýra ferðir fimm minuttir eyka - dreymurin brast

Neyðugt var tískil við longdari leiktíð. Tað er í fyrstu syftu tvær ferðir fimm minuttir. Har vóru Føroyar nærum í sekkinum, men tvey góð mál seinastu 50 sekundini syrgdu fyri einari longdari leiktíð afturat. 

Tað skuldi heilt upp til 80. minutt fyri at finna ein vinnari. Við 16. bjargingini hjá sær - einari ógvuligari flottari - helt Sasha Lacok lív í, í seinasta minutti. Tá var støðan 37-38.

Føroyar fóru í álop, stríddust eitt sindur fyri at finna loysnina, og síðani fekk toppskjúttin og dagsins maður Óli Mittún ein arm í høvdið. Hann fekk eitt stórt opið sár omanfyri eyga, og fekk beinanvegin viðgerð. Reytt kort, brotskast og tað skuldi Ísak Vedelsbøl taka.

Men føroyingar brendu, tá man bara ikki skuldi brenna. Ísak Vedelsbøl hevði brent einaferð áður úr dystinum úr sjey metrum, og aftur var sterki málverjin Diogo "Rema" Marques fyri. Brotskastið var næstan mitt á frá føroyska liðformanninum, ið annars hevur spælt eitt frálíkt HM.

Tað hava føroyingar sum heild eisini. Teir hava gjørt nakað, sum einki føroyskt ítróttarlið hevur gjørt áður. Finaludreymurin brast uppá ein óndan hátt - tá føroyingar taka samanum mugu teir sanna, at hóast fleiri flottar støður, so vóru heldur nógvar óhvassar álopsstøður. Og Føroyar skuldu avgjørt dystin, tá man hevði stórt viðrák í 2. hálvleiki av vanligu leiktíðini.

Síðani stríddi man seg - aftur - fyrimyndarliga væl inn í dystin. Portugal skal tó í finaluna, meðan Føroyar fara eftir at enda so væl sum møguligt og við einari bronsu. Hetta verður veruleiki, um tað eydnast at vinna á Svøríki sunnudagin. Tann dysturin verður klokkan 16 føroyska tíð.

Meira seinni

U21 HM-hálvfinalur
Í dag, fríggjadagin 27. juni
Føroyar - Portugal 37-38 eftir tvífaldari longdari leiktíð (29-29 eftir vanliga leiktíð)

-----------------------

Dystargongdin:

5 min: 2-1
10 min: 2-4
15 min: 5-7
20 min: 8-9
25 min: 9-11
30 min: 12-15
35 min: 14-17
40 min: 18-19
45 min: 21-21
50 min: 25-23
55 min: 27-26
60 min: 29-29
65 min: 30-31
70 min: 34-34
75 min: 35-37
80 min: 37-38

Føroysku málskjúttarnir:
Óli Mittún: 11 (2)
Ísak Vedelsbøl: 6 (3)
Niklas Gaard: 6
Rókur Ziskason: 4
Tóki Friðriksson: 3
Búi Djurhuus Poulsen: 2
Trúgvi Hávardsson: 2
Sofus í Selvindi Nattestad: 2
Høgni Heinason: 1

Bjargingar:
Aleksandar Sasha Lacok: 16

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder