Fótbóltur

91 lið teknað til Summar Cup

Líkt er til at 100 lið aftur vera við í kappingini í ár. Tilmeldingarfreistin er á midnátt.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-06-16 21:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í vikuskiftinum 6. og 7. juli 2019 skipar B36 aftur fyri Summar Cup í Gundadali. Hetta er sætta árið á rað at skipað verður fyri hesari fótbóltskappingini, har dentur verður lagdur á bæði tað ítróttarliga eins og tað sosiala.

Seinastu trý árini hava tað á hvørjum árið luttikið umleið 100 lið í teimum ymsu aldursbólkunum, tí varð kappingin í fjør leikt bæði í Gundadali, Argjum og í Hoyvík. Líkt er til, at tað aftur í ár vera eini 100 lið við í kappingini, tí nú tilmeldingarfreistin nærkast eru 91 lið teknaði til kappingina, ið verður sett leygardagin 6. juli 2019.

Í fjør luttóku lið í Danmark og Noreg í kappingini, meðan tað í ár koma tvey lið úr Danmark og eitt úr Uruguay.

Freistin at melda til kappingina er í kvøld á miðnátt.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder