Fótbóltur

A-landsliðið hevur fyrstu venjingina seinnapartin

Nú byrja verkligu fyrireikingarnar saman við hópinum til heimadystirnar móti Kekkia og Albania, og spurningurin er, hvat dentur verður lagdur á.

Håkan Ericson stjórnar venjing í kuldanum á Tórsvølli í mars. Nú eru aðrar fyritreytir - bæði so og so (Mynd: Sverri Egholm)

Håkan Ericson stjórnar venjing í kuldanum á Tórsvølli í mars. Nú eru aðrar fyritreytir - bæði so og so (Mynd: Sverri Egholm)

2023-06-13 10:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í dag savnast hópurin við teimum 24 útvaldu hjá Håkani Ericson og toymi. Í mun til upprunahópin, ið varð kunngjørdur fyri átta døgum síðani, hevur Hørður Askham avloyst skadda Mads Boe Mikkelsen. 

Les eisini: Enn ein miðverji í landsliðshópin

Ein miðverji fyri ein miðvallara, og sambært landsliðsvenjaranum er ikki talan um eitt beinleiðis býti, tí teir, Hørður og Mads, eru rættuliga ólíkir. Heldur verður roynt at umskipa miðvøllin eitt sindur, sigur Håkan Ericson við fsf.fo.

Hetta kann millum annað merkja tað, at Føroyar fara at spæla við trimum miðverjum og tveimum vongbakkum. Tað eru ikki nógvir upplagdir kantar í hópinum - í øllum førum ikki spælarar sum hava spælt nógv sum vengur í 4-4-2 ella 4-5-1 á A-landsliðnum. 

[object Object]
Síðst A-landsdystur var á Tórsvølli, vunnu Føroyar á Turklandi. Hetta var í Nations League, og kom sigurin eftir flott og heilstoypt avrik (Mynd: Sverri Egholm)

Hvussu kortini skulu blandast, skulu Håkan Ericson, Eli Hentze og toymi fáa greiðu á í vikuni. Føroyar hava torføra uppgáva móti Kekkia leygarkvøldið, og gestirnar á Tórsvølli týskvøldið, Albania, eru eisini væl omanfyri Føroyar á styrkislistanum hjá FIFA og hava millum fleiri spælarar úr italsku Serie A í hópinum og eitt tekniskt sterkt lið. 

Við uppgávunum og teimum spælarunum í føroyska hópinum í huga, kundi tað bent á, at verjukendi parturin verður í miðdeplinum. Fyriuttan undankappingardystin móti Ísrael í september í 2021 hava Føroyar verið í minsta lagi verið væl við í øllum heimadystinum undir Håkani Ericson. Tað skal í øllum førum ein góð skipan og knallhart arbeiði til, umframt góður stuðul, um hetta skal eydnast tvær ferðir næstu vikuna. 

Føroyska liðið venur á Tórsvølli klokkan 16, og vit verða við til venjingina. 

Hópurin til dystirnar á Tórsvølli móti Kekkia (leygardagin 17. juni) og Albania (týsdagin 20. juni)

Málverjar: 
Teitur Matras Gestsson, HB 
Mattias Lamhauge, B36
Bárður á Reynatrøð, Víkingur

Verjuspælarar
Gilli Rólantsson Sørensen, TB
Hanus Sørensen, HB
Viljormur Davidsen, HB
Ári Mohr Jónsson, HB
Hørður Askham, HB - við fyri Mads Boe Mikkelsen, ið hevur givið avboð
Sonni Ragnar Nattestad, B36
Odmar Færø, KÍ
Heini Vatnsdal, KÍ
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (ÍSL)
Rógvi Baldvinsson, Bryne FK

Miðvallarar:
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
René Shaki Joensen, KÍ
Jóannes Bjartalíð, Fredrikstad (NOR)
Brandur Hendriksson Olsen, Fredrikstad (NOR)
Stefan Radosavljevic, Sligo Rovers (ÍRL)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Andrass Johansen, B36

Áleyparar:
Hannes Agnarsson, B36
Petur Knudsen, Lyngby
Klæmint Andrasson Olsen, Breiðablik (ÍSL)
Jóan Símun Edmundsson, S.K.Beveren (BEL)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder