Fótbóltur

A-landsliðið í fastari legu

Håkan Ericson skal eisini standa á odda í 2024 og 2025. Í løtuni tykist rímiliga greitt, hvussu landsliðsvenjaratoymi gjarna vil hava hópin at síggja út.

Nýggjur sáttmáli er undirskrivaður, og landsliðsvenjarin vónar, at hinir í venjaratoyminum halda fram. Teir flestu hava havt sáttmála síðani fyrst í 2020 (Mynd: Sverri Egholm)

Nýggjur sáttmáli er undirskrivaður, og landsliðsvenjarin vónar, at hinir í venjaratoyminum halda fram. Teir flestu hava havt sáttmála síðani fyrst í 2020 (Mynd: Sverri Egholm)

2023-08-28 19:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í dag varð kunngjørt, hvørjir spælarar vera í hópinum, tá føroyska A-landsliðið við monnum í næsta mánaða skal spæla EM-undankappingardystir móti Póllandi (úti) og Moldova (heima). Samstundis varð sáttmáli undirskrivaður millum Håkan Ericson og Fótbóltssamband Føroya, ið knýtir svian til landsliðsvenjarastarvið fyri Nations League næsta ár og HM-undankappingina í 2025 eisini. Upprunaligi sáttmálin gongur út við árslok.

Sí eisini: 
Einki nýtt í landsliðshópinum
Håkan leingir við tveimum árum

Tað var ikki nakað, ið beinleiðis loypti hvøkk á: Hvørki hópurin ella sáttmálin. Håkan Ericson váttaði fyri einum mánaði síðani, at hann hevði fingið bjóðað nýggjan sáttmála. Samband hevur verið millum partarnar gjøgnum hetta árið, og tað hevur í øllum førum verið meira ella minni heilt greitt alla tíðina, hvat Fótbóltssamband Føroya vil. Nakað av ivamálið hevur tó sum skilst veirð um sáttmálaskeiðið: Fýra ár afturat ella tvey ár.

[object Object]
Christian Andreasen, FSF-forseti, og Håkan Ericson. Hann varð settur í 2019 (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Frá fyrsta dystinum hjá Håkani Ericson í september 2020. Tómur Tórsvøllur, vegna koronustøðuna, men dramatiskt tí Lava javnaði, og Brandur Hendriksson Olsen skoraði til 3-2 í yvirtíðini við beinleiðis frísparki. Í Nations League hevur tað sum heild gingið væl at savnað stig (Mynd: Jens Kr. Vang)

Christian Andreasen staðfesti í dag, at tey í FSF á mangan hátt eru nøgd við arbeiði hjá landsliðsvenjaranum. Forsetin vísti millum annað á tað fakliga, at liðið hevur fingið nógv stig og milllum annað víst framstig í Nations League 

-
Vit hava verið sera væl nøgd við arbeiðið, sum Håkan Ericson hevur gjørt við føroyska landsliðnum. Tað er eydnast honum at professionalisera landsliðsarbeiðið, og hann hevur fingið góð úrslit við landsliðnum, bæði við at vinna bólk D í Nations League í 2020 og at varðveita plássið í C bólkinum í 2022 (...) Tí hevur ein samd nevnd hjá fótbóltssambandinum gjørt av at leingja samstarvið við tveimum árum.

Sjálvur er 63-ára gamli sviin ógvuliga fegin fyri Føroyar, fótbóltsumhvørvið og arbeiðið. Hann hevur finigið flestu góðu úrslitini í Nations League, har Føroyar millum annað hava vunnið á Turkalandi. Í HM-undankappingini í 2021 eydnaðist at spæla tættar dystir móti Danmark, Eysturríki og Skotlandi á Tórsvølli, umframt Ísrael úti, men bert at fáa stig móti Moldova (sigur heima og javnleik úti). Higartil í ár - í EM-undankappingini - hava úrslitini og avrikini ikki verið so heilt góð.

Úttøkur og broytingar

Tá tað snýr seg um landsliðshópar, so fara tað altíð at vera ymiskar broytingar frá tí liðið er savnað, til tað er savnað aftur. Tað er nátúran í landsliðsfótbólti - tá nógv er at velja ímillum, og skaðar, formur, støðan í feløgunum og annað eisini gera seg galdandi.

Tað er tó ikki ráðiligt at gera eina rúgvu av broytingum hvørja ferð. Sjálvt um nógv við áhuga vilja peika á nógvar spælarar, sum burdi verið við/ikki burdu verið við - og í summum førum eisini hava góð og sum so rættvís sjónarmið. Tað er eisini er nátúrligur partur at hava nógvar meiningar og metingar um landsliðið í landinum.

Í summum førum hevur serliga ilskast verið á, at Håkan Ericson og toymi ikki taka nóg nógv út eftir "formi": Hvussu væl spælararnir gera tað í sínum feløgunum, og um teir yvirhøvur spæla nakað serligt. Andreas Lava Olsen var eitt dømi tíðliga, men hann gjørdist partvíst avgerandi í allarfyrsta dystinum hjá Håkani. Jóan Símun Edmundson var við seinast, hóast hann ikki hevði spælt kappingardyst í nærum níggju mánaðir. 

[object Object]
Hvør skal vera við, og hvør skal ikki vera við. Håkan Ericson hevur endaliga orðið, og hesa ferð skuldi støðast takast til, um landsliðsliðformaðurin Hallur Hansson fór at verða úttikin. Hann er fyri stuttum komin aftur frá krossbandsskaða, spælir minuttir fyri KÍ, men fekk eina reaktión fyrr í mánaðinum. Hallur verður nærum heilt víst við næstu ferð aftur (Mynd: Sverri Egholm)

Petur Knudsen hevur framvegis ikki fingið ta støðuna, at hann verður úttikin uttan dystarvenjing. Áleyparin var ein av teimum, sum ikki fekk endurval hesaferð: Hann hevur heldur ikki spælt síðani landsdystin móti Albania 20. juni, og er júst komin til nýtt felag. Aðrir eru eitt sindur inn og út, meðan nógvir royndir spælarar so at siga hava havt "fast pláss" seinastu tíðina.

Nógv tos hevur verið um Páll Klettskarð og um Árni Frederiksberg seinastu árini - fyrrnevndi er nú skaðadarvaður, og Árni hevur aftur takkað nei. Til hesa úttøkuna kundi hugsast, at m.a. formsterku Adrian Rúnason Justinussen og Jóannes Kalsø Danielsen kundu verið við, men teir vóru ikki á listanum. 

Tað tykist sum venjaratoymið nú hevur eina rímiliga greiða støðu um, hvussu hópurin helst skal síggja út, tá allir eru tøkir. So er tó lagt upp til nakrar broytingar hvørja ferð. 

Hópurin til dystirnar móti Póllandi (7. september) og Moldova (10. septbember)

Málverjar: 
Mattias Lamhauge, B36
Bárður á Reynatrøð, Víkingur

Ein málverji afturat skal við. Tað verður Teitur Matras Gestsson, um tað gongur væl til venjing hjá honum í vikuni. Nú vanliga fyrstavalið er á veg aftur frá skaða. Håkan Ericson staðfesti eisini, at man eisini hyggur eftir støðuni hjá Hanusi Sørensen í vikuni. Hann verður møguliga við eisini.

Verjuspælarar
Gilli Rólantsson Sørensen, TB
Viljormur Davidsen, HB
Ári Mohr Jónsson, HB

Odmar Færø, KÍ
Heini Vatnsdal, KÍ
Sonni Ragnar Nattestad, B36
Hørður Askham, AB (DK)
Andras Edmundsson MKS Chojniczanka (PÓL)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (ÍSL)

Miðvallarar:
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
René Shaki Joensen, KÍ
Jóannes Bjartalíð, Fredrikstad (NOR)
Brandur Hendriksson Olsen, Fredrikstad (NOR)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Andrass Johansen, B36
Hannes Agnarsson, B36

Áleyparar:
Stefan Radosavljevic, Sligo Rovers (ÍRL)
Jóan Símun Edmundsson, S.K.Beveren (BEL)
Klæmint Andrasson Olsen, Breiðablik (ÍSL)
Pætur Petersen, KA Akureyri (ÍSL)

Landsliðsvenjarin segði seg í dag vóna, at hinir í venjaratoyminum halda fram. Teir flestu hava havt sáttmála síðani fyrst í 2020. Tann nýggjasti er málmansvenjarin Jákup Mikkelsen, sum byrjaði til hesa undankappingina. Fysioterapetur og fysiskur venjari úr Svøríki (Rickard Dahan og Igor Adoris), Magni Mohr sum fysiskur venjari, Áki Johansen sum greinari og Eli Hentze sum hjálaparvenjari hava verið við allan vegin.

Sí eisini videosamrøður frá í dag: 
Håkan: - Glaður fyri at hava longt samstarvið
Christian Andreasen: - Gott at fólk vænta sær meira av landsliðnum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder