Fótbóltur

Einki nýtt í landsliðshópinum

Andrias Edmundsson og Pætur Petersen eru aftur, í mun til í summar. Hanus Sørensen, Petur Knudsen, Rógvi Baldvinsson umfamt Teitur Gestsson eru ikki á listanum.

Ein spælari afturat kemur á listan afturat teimum 22 (Mynd: Sverri Egholm)

Ein spælari afturat kemur á listan afturat teimum 22 (Mynd: Sverri Egholm)

2023-08-28 10:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Håkan Ericson hevur júst kunngjørt hópin til tveir teir næstu A-landsdystirnar. Talan er um EM-undankappingardystir á útivølli móti Póllandi og heimadyst móti Moldova.

Í fyrstu syftu eru 22 spælarar úttiknir - millum annað seks miðverjar. Har eru ikki stórar broytingar í hópinum. Hanus Sørensen og Petur Knudsen eru millum teir, sum ikki eru við hesaferð. Teir byrjaðu hvør sín dyst seinast.

Sambært landsliðsvenjaranum er ein møguleiki fyri, at Hanus verður tøkur. Høgri bakkurin spældi ikki við í dystinum hjá HB í gjár, og spurningurin er, hvussu skaðin háttar seg næstu vikuna. Teitur Matras Gestsson er ávegis aftur í venjing eftir skaða og kann gerast tann triðji málverjin, staðfestir Håkan Ericson. Neyðugt er at hava tríggjar málverjar til dystirnar.

Petur Knudsen er júst byrjaður eina tilveru í USA - í næstbestu deildini -  men hevur ikki øll loyvini uppá pláss. Hann hevur ikki spælt kappingardyst síðani dystin móti Kekkia 17. juni. 

[object Object]
Petur Knudsen var við aftur í summar - men er valdur frá hesa ferð. Hetta m.a. orsakað manglandi dystarvenjing (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Bíðað verður eftir Teiti Gestssyni, sum hevði verið fyrstimálverji um hann var tøkur, umframt liðfelaganum Hanusi Sørensen (Mynd: Sverri Eghilm)

Mads Boe Mikkelsen skoraði í Moldova í mars og var úttikin síðst men noyddist at geva avboð. Hann hevur verið skaðaplágaður seinastu mánaðirnar - tað hevur Rógvi Baldvinsson eisini verið seinastu tíðina. Hann var tó á vøllinum aftur fyri Bryne í gjár. Hørður Askham varð ikki úttikin í fyrstu syftu síðst men avloysti Mads. Nú er miðverjin "við frá byrjan". Hann hevur skift frá HB til danska AB.

Andrias Edmundsson og Pætur Petersen vóru báðir á A-landsliðnum á fyrsta sinni síðst í november og vóru eisini við í mars. Í juni sótu miðverjin og álopskendi spælarin heima. Andrias hevur nú funnið nýtt felag - í triðbestu pólsku deildini - og Pætur hevur spælt meira í KA og millum annað skorað flott mál í Conference League móti Club Brügge.

Hópurin til dystirnar móti Póllandi (7. september) og Moldova (10. septbember)

Málverjar: 
Mattias Lamhauge, B36
Bárður á Reynatrøð, Víkingur

Verjuspælarar
Gilli Rólantsson Sørensen, TB
Viljormur Davidsen, HB
Ári Mohr Jónsson, HB

Odmar Færø, KÍ
Heini Vatnsdal, KÍ
Sonni Ragnar Nattestad, B36
Hørður Askham, AB (DK)
Andras Edmundsson MKS Chojniczanka (Pólland)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (ÍSL)

Miðvallarar:
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
René Shaki Joensen, KÍ
Jóannes Bjartalíð, Fredrikstad (NOR)
Brandur Hendriksson Olsen, Fredrikstad (NOR)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Andrass Johansen, B36
Hannes Agnarsson, B36

Áleyparar:
Stefan Radosavljevic, Sligo Rovers (ÍRL)
Jóan Símun Edmundsson, S.K.Beveren (BEL)
Klæmint Andrasson Olsen, Breiðablik (ÍSL)
Pætur Petersen, KA Akureyri (Ísland)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder