Fótbóltur

Video: Pætur skoraði vakurt mál móti Club Brügge

Jóan Símun Edmundsson varð útvístur, tá KA aftur tapti 5-1 móti belgiska stórfelagnum. Klæmint og Breiðablik vunnu heimadystin, men skulu nú spæla Conference League.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-08-18 17:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tvey íslendsk feløg spældu á heimavølli í gjár í seinna dystinum í ávíkavist Europa League og Conference League. Eftir tap við fýra málum á útivølli í fyrru dystunum, vóru útliðini vánalig fyri víðari luttøku hjá Breiðablik og KA Akureyri. 

Breiðablik vann í gjárkvøldið 1-0, tá Zrinjski Mostar vitjaði í Europa League. Einsamalla málið í dystinum kom tíggju minuttir inn í 2. hálvleik. Í næsta álopinum rakti Klæmint Andrasson Olsen tvørtræðið í samband við hornaspark. Rituvíkingurin, sum legði upp til bæði málini í 6-2 ósigrinum í Bosnia, spældi allan 2. hálvleik í gjár.

Sigurin var langt frá nóg mikið til at koma víðari, og við hesum er greitt, at eitt bosniskt lið á fyrsta sinni skal spæla í einum bólkaspæli. Tað verður í Europa League ella Conference League. Breiðablik kann koma í bólkaspælið í Conference League; hetta um tað eydnast at vinna samanlagt á norðurmakedónska meistaraliðnum, Struga, í play-off umfarinum. Fyrri dysturin hjá Klæminti og liðfeløgunum verður á útivølli hósdagin 24. august.

[object Object]
Klæmint Andrasson Olsen skal spæla play-off dystir um bólkaspæl síðst í mánaðinum. Einki íslendskt felag hevur spælt seg í bólkaspæl áður (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyingar gjørdu vart við seg

KA fór út úr Conference League við einum braki. Eins og í Belgia í síðstu viku, vann Club Brügge 5-1 á liðnum av Akureyri. 10-2 var størsti samanlagdi sigurin í 3. umfari í kappingini.

Ein ávísur skálvíkingur hevði tó eina stóra løtu. Jóan Símun Edmundsson skoraði í umfarinum frammanundan, tá Dundalk varð sent út, og og í 58. minutti sendi Pætur Petersen bóltin yvir í longra málhorn framvið fyrrverandi Liverpool málverjanum Simon Mignolet. Hetta var beint uttanfyri brotsteignum, har bólturin varð lagdur av við hælinum, og Pætur rakti bóltin við rættari ferð og øllum. 

Málið sæst frá 1.45 í videobrotinum ovast.

Flott mál, men 1-5 og í 90. minutti fekk innskifti Jóan Símun Edmundsson sítt seinna gula. Leikbannið ávirkar ikki beint nú, tí KA er liðugur í Evropa eftr nøkur góð úrslit. KA skal spæla steypafinalu móti Gunnari Vatnhamar og Víkingi Reykjavík í næsta mánaða.

Les eisini: Gunnar skal spæla steypafinalu - móti føroyingum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder