TB var bert heilt fáar minuttir frá at skræða seg úr botnstríðnum, tá tvørámenn vóru á vitjan í mjørkanum á Argjum. Undan dystinum hevði TB tapt fýra dystir á rað, og argjamenn høvdu tapt heili sjey ferðir á rað, eftir at liðið hjá Sorin Anghel í 2. umfari fekk sínu einastu stig á árinum. Formveiku liðini skuldu stríðast um týdningarmikil stig í seinasta dystinum í 10. umfarinum, og talan gjørdist um dramatiskan dyst.
AB byrjaði, sum liðið vildi ynkst. Longu eftir sjey minuttir legði liðformaðurin Bárður Olsen heimaliðið á odda, tá hann stýrdi einum innleggi úr høgru frá Bjarka Nielsen í málið. Talan var um tunga byrjan hjá TB, ið undan dystinum bert hevði fingið eitt stig á útivølli (í Fuglafirði í 3. umfari), og sum í dag var uttan leikbannaða toppskjúttan Stefan Radosavljevic. Útiliðið mentist tó skjótt, og hevði ikki trupulleikar við at hótta frameftir. Serliga vóru tað útlendsku áleypararnir, Ivan Ivanovic og Luc Micheal Jeggo, ið hóttu AB-verjuna. Tann seinni nevndi sló til um miðjan fyrra hálvleik, eftir at tvørámenn fingu eina góða umstilling eftir ein deyðbólt hjá AB. TB spældi væl hesa løtuna og sat á dystinum. Tíggju minuttir fyri hálvleik skoraði avstraliumaðurin aftur, tá hann sá, at Matthias Lamhauge í málinum ikki heilt var uppá pláss, og úr 35 metrum høgdi hann bóltin í málið og legði TB á odda.
Talan var um fyrstu málini hjá Jeggo í føroyskum fótbólti, og hann kom aftur í fokus í 2. hálvleiki. Eftir ein stóran tíma vann Heri Hjalt Mohr bóltin av honum í horninum, og so varð hann takklaður av tvífalda málskjúttanum. Dómarin Rúni Gaardbo metti, at talan var um so ógvusligt fríspark, at avstralimaðurin skuldi hava beinleiðis reytt kort. TB hevði annars verði naskari í 2. hálvleiki, og miðvallarin Veljko Vukovic rakti stongina beint áðrenn útvísingina. Argjamenn høvdu trupult við at skapa málmøguleikar, og spælið tyktiskt stirvið. Leivur Holm Joensen varð fluttur fram í álopið, men góðskan á innleggunum var ikki nakað serlig, og Ndende og serliga Teitur Olsen kom fyrst á nógv.
TB spældi klókt, og hjá AB kom tað illa við, at Rógvi Poulsen noyddist av vøllinum í fyrra hálvleiki. Tá sá út til, at TB fór at taka øll stigini við sær suður, vinna fyri aðru ferð á AB í ár, og og harvið hava heili átta stig niður til mótstøðuliðið. Men so fekk heimaliðið lagt nakað av trýstið á, og eftir eitt hornaspark í 93. minuttir datt bólturin út til Hera Mohr, og bakkurin javnaði við frálíkum skotið. Havnarmaðurin var nær við at avgera dystin í næsta álopinum, men Milos Budakovic vardi væl fyri, og tað seinasta ið hendi í dystinum var, at Leivur stútaði uppum.
Hvørgan av liðunum tyktist heilt nøgd við eina stigið, men nú er status quo ímillum hesi. AB kemur tó uppá javnt í stigum við ÍF. Júst ÍF vitjar TB í komandi umfari til enn ein spennandi botndyst.
19.05 Inni í Vika - Betrideildin, 10. umfar
AB - TB 2-2 (1-2)
8' Bárður Olsen 1-0
23' Luc Micheal Jeggo 1-1
35' Luc Micheal Jeggo 1-2
90'Heri Hjalt Mohr 2-2
Reytt kort: Luc Micheal Jeggo (63')
Støðan í botninum:
7. TB (9 stig)
8. EB/Streymur (7 stig)
9. AB (4 stig)
10. ÍF (4 stig)
Hini úrslitini í 10. umfari:
Sunnudagin 19/5:
EB/Streymur -NSÍ 1-8 (1-5)
1' Klæmint Andrasson Olsen 0-1
2' Steffan Løkin 1-1
9' Klæmint Andrasson Olsen 1-2
29' Klæmint Andrasson Olsen 1-3
37' Klæmint Andrasson Olsen 1-4
40' Jann Benjaminsen 1-5
52' Klæmint Andrasson Olsen 1-6
70' Pól Jóhannus Justinussen 1-7
82' Magnus Hendriksson Olsen 1-8
HB - KÍ 4-1 (3-1)
28' Dan í Soylu 1-0
33' Adrian Rúnason Justinussen 2-0
36' Ari Mohr Olsen 3-0
43' Jóannes Bjartalíð 3-1
77' Dan í Soylu 4-1
Fríggjadagin 17/5:
Skála - B36 1-2 (1-1)
26' Niels Pauli Danielsen 1-0
28' Benjamin Heinesen 1-1
69' Brian Jakobsen 1-2
ÍF - Víkingur 0-4 (0-3)
19' Gunnar Vatnhamar 0-1
22' Sjálvmál 0-2
25' Andreas Lava Olsen 0-3
64' Filip Djordjevic 0-4
Komandi umfar:
11 | 26.05.19 | KÍ | EB/Streymur | - | |
11 | 26.05.19 | B36 | AB | - | |
11 | 26.05.19 | TB | ÍF | - | |
11 | 27.05.19 | Víkingur | HB | - | |
11 | 27.05.19 | NSÍ | SKÁLA | - |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald