Fótbóltur

AB er leyst frá botninum

Argjamenn settu ÍF uppá pláss í 2. hálvleiki, B36 er undir liðini á KÍ, og Skála vann í Trongisvági.

AB er nú omanfyri EB/Streym á stigatalvuni (Mynd: Jens Kr. Vang)

AB er nú omanfyri EB/Streym á stigatalvuni (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-08-11 17:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað gingu næstan 45 minuttir til nakað mál kom, tá tríggir dystir í 18. umfari í Betrideildini vórður avgreiddir seinnapartin. Men stutt fyri hálvleik skoraðu B36 og Skála í ávíkavist Gundadali og í Trongisvági. Hesi liðini vunnu og tað gjørdi AB eisini; argjamenn fingu gongd á málskjótingina í 2. hálvleiki, og tað komu tilsamans níggju mál í teimum trimum dystunum.

[object Object]
(ÍF fall á Argjum, har heimaliðið vann uppiborið - myndin er frá fyrra dystinum millum liðini í ár, har AB eisini vann)

ÍF megnaði ikki at vinna sær týdningarmikil stig á Argjum. AB var greitt omaná eftir steðgin, har hol kom á tíðliga eftir eina umstilling, har Lukas Giessing gjørdist púra leysur. Eftir hetta var nærri við 2-0 enn 1-1, og Lukas økti við kaldliga at seta brotsspark í málið (í Panenka-stíli). Hann sær út sum ein veruligur fongur hjá AB, ið økti aftur viðlangskoti, áðrenn Jan Ellingsgaard við frálíkum frísparki tryggjaði eitt troystarmál. Nú er brekkan tung hjá fuglfirðingum, meðan AB hevur fingið trý stig fleiri seinastu tríggjar dystirnar (7) enn alla fyrru hálvu og er seks stig frá aftasta plássi, ið møguliga hevur niðurflyting við sær. 

[object Object]
(Michal Pryzbylski, her ímóti Peturi Meinhard Magnussen, legði B36 á odda í dag - Mynd: Ólavur Frederiksen)

EB/Streymur er nú tættast við ÍF. Í Gundadali stóð útliðið kompakt og vælskipað við einari fimm-baksketu og var væl við í 1. hálvleiki, men beint fyri steðgin varð Michal Pryzbylski sendur avstað, og so var 1-0. Økt varð stutt fyri tíman eftir aftur og fram í brotsteignum, og Árni Frederiksberg skoraði stutt eftir hetta við brotssparki. B36 deilir í løtuni 1. plássið við KÍ. 

[object Object]
(Jákup Johansen - her í dysti á Argjum fyrr í ár - skoraði bæði málini fyri Skála í Tongisvági í dag - Mynd: Sverri Egholm) 

Við Stóra vann Skála stríðið um ongamannaland. Tvey mál frá Jákupi Johansen syrgdu fyri, at Skála trekti frá tvøramonnum. 

Klokkan 19.00 bresta NSÍ og HB saman til oddadyst við Løkin. Les upptakt her


Betrideildin, 18.umfar
 
Sunnudagin 11.08: 

AB-ÍF 3-1 (0-0)
47' Lukas Grenaa Giessing 1-0
76' Lukas Grenaa Giessing (br.) 2-0
83' Eli Christiansson 3-0
90 (+3)' Jan Ellingsgaard 3-1

TB-Skála 0-2 (0-1)
45' Jákup Johansen 0-1
68' Jákup Johansen 0-2

B36-EB/Streymur 3-0 (1-0)
43' Michal Pryzbylski 1-0
58' Alex Mellemgaard 2-0
61' Árni Frederiksberg (br.) 3-0

19.00:

NSÍ-HB  


Fríggjadagin 9/8: 

KÍ-Víkingur 2-0 (0-0)
50'min Jóannes Bjartalíð 1-0
90'min Jóannes Bjartalíð 2-0
Les um dystin her

Støðan: 
1. KÍ (38 stig) 16 dystir
2. B36 (38 stig) 17 dystir
3. NSÍ (35 stig) 15 dystir
4. Víkingur (35 stig) 18 dystir
5. HB (34 stig) 17 dystir
6. Skála (24 stig) 18 dystir
7. TB (18 stig) 18 dystir
8. AB (11 stig) 18 dystir

9. EB/Streymur (9 stig) 18 dystir
10. ÍF (5 stig) 17 dystir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder