Fótbóltur

Føroyameistararnir eru undir trýsti

NSÍ kann stinga av saman við KÍ og B36 - oddadysturin við Løkin kann fáa stóran týdning fyri liðini bæði og kappingina sum heild.

Brynjar Hlöðversson er ikki við vegna leikbann - Klæmint Andrasson Olsen skal royna at halda fram við at skora - Mynd: Jens Kr. Vang

Brynjar Hlöðversson er ikki við vegna leikbann - Klæmint Andrasson Olsen skal royna at halda fram við at skora - Mynd: Jens Kr. Vang

2019-08-11 16:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fjør kom íslendingurin Heimir Guðjónsson til Føroya eftir nógv ár við sera góðum úrslitum (fimm meistaraheitum m.a) í FH. Heimir førdi HB, ið endaði nummar fimm tvey tey undanfarnu árini, til eitt ógvuliga sannførandi meistaraheiti.

[object Object]

Í vetur kom Guðjón Tórðarson til NSÍ. Eisini ein royndur íslendskur venjari við góðum CV'i; m.a hevur hann verið landsliðsvenjari hjá Íslandi í einum sera góðum tíðarskeiði (seinast í nítiárunum) og venjari í Stoke og øðrum bretskum feløgum. NSÍ hevur ongantíð havt so nógv stig eftir 15.umfør sum nú. 

[object Object]
(Jóhan Troest Davidsen og Oddur Árnason Højgaard hava spælt sera støðugt í miðverjuni undir Guðjóni Tórðarssyni - Troest er við aftur í dag eftir leikbann - Mynd: Sverri Egholm)

NSÍ hevur ikki tapt í tíggju dystum í Betrideildini og HB bert ein av sínum seinastu tíggju. HB hevur ikki latið mál inn fýra dystir á rað, og NSÍ vann fyri viku síðani 3-2 í Sarpugerði eftir at hava verið aftanfyri 0-2 í hálvleikinum. Harvið er talan um tvey sterk og formsterk lið. HB er tó nakað aftanfyri, tí føroyameistararnir komu ikki so væl frá byrjan í ár, og hava leikt fleiri dystir enn NSÍ, KÍ og B36. Tískil skal HB allarhelst ikki tapa í kvøld - ein sigur til NSÍ vildi merkt, at runavíkingar fylgja við KÍ heilt frammi í oddinum. 

[object Object]
(Liðini spældu 1-1 javnleik í Gundadali í 2. umfari - HB sló NSÍ út úr steypakappingini)

Hjá NSÍ er Jóhan Troest Davidsen við aftur eftir leikbann. Einar Tróndargjógv hevur vant við í seinastuni og leikt við 1. deild og verður møguliga við; tó gjørdi Jann Benjaminsen tað væl sum avloysari fyri skadda Pætur Hentze í Norðragøtu. Hjá HB er Sìmun Samuelsen við aftur eftir leikbann, men nú hevur Brynjar Hloðversson fyri aðru ferð í ár leikbann fyri ov nógv gul kort. HB hevur vunnið tvær tær seinastu ferðirnar, liðið hevur verið við Løkin.

[object Object]
(Mánakvøldið var Símun Samuelsen uttanfyri griðingina, tá HB og B36 spældu málleysan javnleik - Mynd: Sverri Egholm)

Fyrsta bríksl við Løkin er 19.00. Vit fylgja gongdini í dystinum. 

Les eisini: NSÍ hevur flutt oddadystin

Sunnudagin 11.08: 

19.00:

NSÍ-HB  

15.00:

AB-ÍF 3-1 (0-0)
47' Lukas Grenaa Giessing 1-0
76' Lukas Grenaa Giessing (br.) 2-0
83' Eli Christiansson 3-0
90 (+3)' Jan Ellingsgaard 3-1

TB-Skála 0-2 (0-1)
45' Jákup Johansen 0-1
68' Jákup Johansen 0-2

B36-EB/Streymur 3-0 (1-0)
43' Michal Pryzbylski 1-0
58' Alex Mellemgaard 2-0
61' Árni Frederiksberg (br.) 3-0

Fríggjadagin 9/8: 

KÍ-Víkingur 2-0 (0-0)
50'min Jóannes Bjartalíð 1-0
90'min Jóannes Bjartalíð 2-0
Les um dystin her

Støðan: 
1. KÍ (38 stig) 16 dystir
2. B36 (38 stig) 17 dystir
3. NSÍ (35 stig) 15 dystir
4. Víkingur (35 stig) 18 dystir
5. HB (34 stig) 17 dystir
6. Skála (24 stig) 18 dystir
7. TB (18 stig) 18 dystir
8. AB (11 stig) 18 dystir

9. EB/Streymur (9 stig) 18 dystir
10. ÍF (5 stig) 17 dystir

Dagført: 17.06

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder