placeholder
Fótbóltur

AB flutti niður fyri fimtu ferð

Úrslitini sunnudagin høvdu við sær, at AB noyðist tungu leiðina niður í næstbestu deildina. Her er eitt stutt yvirlit yvir gongdina á Argjum seinastu 18 árini.

ÍF hevur vunnið lykladystir í seinastuni og tað, umframt vantandi sigrar hjá AB, kostaðu nú niðurflytingina (Mynd: Sverri Egholm)

ÍF hevur vunnið lykladystir í seinastuni og tað, umframt vantandi sigrar hjá AB, kostaðu nú niðurflytingina (Mynd: Sverri Egholm)

2023-10-24 15:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 2006 flutti AB upp í fremstu mansdeildini á fyrsta sinni. Fyrsta árið í fremstu røð endaði við greiðari niðurflyting, har argjamenn vóru 15 stig undir strikuni.

Støðgurin í 1. deild gjørdist tó stuttur, tí AB endaði í 2008 frammanfyri suðuroyarliðini. Í 2009 gjørdi liðið so bart í deildini, sum tá hevði navnið Vodafonedeildin. AB endaði á 6. plássi og frammanfyri lið sum B36 og KÍ - tað síðstnevnda flutti niður í 1. deild.

Eitt 6. pláss við 34 stigum er higartil besta úrslit hjá argjamonnum í fremstu deildini í Føroyum. Í 2010 endaði tað tó við niðurflyting, og árið eftir var liðið eitt mál frá at flyta upp aftur. 

Í 2013 var AB aftur og ein framúr seinni helmingur av kappingini sendi liðið hjá Sámal Eriki Hentze uppum 30 stig og á eitt ednaligt 7. pláss. So væl hevur AB ikki staðið seg síðani. Hetta var eisini byrjanin til longsta tíðarskeiðið hjá liðnum í fremstu røð: Fýra ár.

Seinastu árini hevur tað verið eitt sindur upp og niður. Í 2018 helt AB seg óvæntað uppi sum uppflytari - tað var tó tí at bert eitt lið flutti upp ta árið. Í 2020 endaði tað við upp- og niðurflytingardysti móti B68 á Tórsvølli. Toftamenn, ið vóru endaðir á 4. plássi í 1. deild, komu í yvirtal og vunnu eftir longda leiktíð.

[object Object]
AB kom uppaftur í Betrideildina í 2021 sum nummar tvey í 1. deild. Tað eydnaðist at halda sær uppi í fjør, men higartil í ár hevur úrttøkan verið 14 stig færri enn í fjør (Mynd: Olena Goffe)

AB var aftur í fremstu røð í fjør - við einum nýggjum og nógv umrøddum framferðarhátti. Hóast nakað av órógvi kom plássið í Betrideildini ikki av álvara í vanda seinastu umførini, og 29 stig var úrttøkan í 2022.

Í ár hevur gingið nógv verri, og hóast ein góðan miðróður hevur AB ikki verið omanfyri niðurflytingarstrikuna síðani 1. umfar. Eftir úrslitini sunnudagin - har argjamenn mistu 2-0 leiðslu á Toftum og ÍF vann á TB - er greitt, at leygardagsfótbóltur verður meira fastur táttur á Argjum í 2024.  

AB er harvið flutt niður úr fremstu deildini ferðir nú seinastu 17 árini: Í 2007, 2010, 2016, 2020 og í 2023. Spurningurin er so nú, um liðið aftur verður at síggja í Betrideildini í 2025.

Tøl: FaroeSoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder