Fótbóltur

AB flytir niður - ÍF tók eitt risa fet

B68 vendi 0-2 til 2-2 seinastu løtuna móti AB, og í yvirtíðini avgjørdi Karl Løkin dramatiska botnbrakið í Fuglafirði við brotssparki. ÍF hevur nú trý stig niður til TB.

Í sínum dysti nummar 300 í fremstu føroyski mansdeildini skoraði 32-ára gamli stríðsmaðurin og liðformaðurin hjá ÍF, Karl Løkin, avgerandi málið í 93. minutti (Mynd: Sverri Egholm)

Í sínum dysti nummar 300 í fremstu føroyski mansdeildini skoraði 32-ára gamli stríðsmaðurin og liðformaðurin hjá ÍF, Karl Løkin, avgerandi málið í 93. minutti (Mynd: Sverri Egholm)

2023-10-22 17:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fult umfar í Betrideildini hevur verið seinnpartin, og tað gjørdist á ongan hátt óáhugavert. 

Eitt er evropeiska stríðið. Har er einki avgjørt áðrenn seinasta umfar. Hetta er greitt eftir sigrarnar hjá HB og Víkingi og javnleikin í Gundadali millum B36 og KÍ. HB vann 2-0 á 07 Vestur, og formsterku víkingarnir skoraðu heili átta mál í 2. hálvleiki móti EB/Streymi. Tað endaði málleyst millum B36 og føroyameistararnir - Víkingur 

Talan gjørdist um ógvuliga dramatiskan dag í botnstríðnum. AB var á veg at fáa trý ógvuliga týdningarmiklan sigur eftir góðan 1. hálvleik í viðvindinum á Svangaskarði. Tíggju minuttir fyri hálvleik kom leiðslumálið nakað heppið - men eftir góða atgerð frá Ragnari Skála - og í 42. minutti økti Teitur Olsen við dreymahøggi. B68 satsaði tó seinna helmingin av 2. hálvleiki og skoraði tvey mál innan fýra minuttir - tað seinna gjørdi argjamaðurin Alex Mellemgaard . Síðani vóru bæði liðini nær við at avgera, men tað endaði 2-2.

[object Object]

[object Object]
Í Fuglafirði stríddust ÍF og TB hart um virðismiklu stigini (Myndir: Sverri Egholm)

Hetta merkir, at AB nú er niðri. Fýra stig eru upp til ÍF, tí í Fuglafirði skoraði heimaliðið í yvirtíðini. Bæði liðini høvdu lagt ógvuliga nógv fyri í rótuta botnbrakinum og havt góðar møguleikar - serliga eftir steðgin. TB kundi avgjørt, men tað sást, hví liðið ikki hevur vunnið eftir summarsteðgin og bert skorað fýra mál. Eitt mál varð kolldømt fyri rangstøðu í dag.

Í yvirtíðini blokeraði Markus Thorberg skot hjá Jhon Mena við hondini. ÍF misnýtti brotsspark í málleysa javnleikinum móti EB/Streymi seinast, men liðformaðurin Karl Løkin var púra tryggur úr ellivu metrum í 94. minutti. Ovurfegnir fuglfirðingar nú plássið í Betrideildini 2024 er nær við at verða tryggjað eftir triðja sigurin á TB í ár. TB kann tó framvegis yvirhála ÍF: Til tað krevst ein sigur á 07 Vestur í síðsta umfari, og at ÍF ikki fær stig móti B68.

[object Object]
Karl var ísakaldur í sínum Betrideildardysti nummar 300 og smekkaði bóltin mitt í málið í 93. minutti...

[object Object]

...og so kundi fagnaðurin av álvara byrja á teimum í reyðum í Fløtugerði

[object Object]Myndir: Sverri Egholm


26. og næstseinasta umfar í Betrideildini 
Sunnudagin 22. oktober


ÍF - TB 1-0 (0-0)
90 (+3)' 1-0 Karl Ábrahamsson Løkin 1-0, br. (Jhon Mena)

B68 - AB 2-2 (0-2)
36' Sjálvmál (Ragnar Skála) 0-1
42' Teitur Debes Olsen 0-2
76' Villiam Emil Klein 1-2
79' Alex Mellemgaard (Bárður Ólavsson Jensen) 2-2

B36 - KÍ (0-0)

HB - 07 Vestur 2-0 (1-0)
40' Mathias Præst Nielsen (Hanus Sørensen) 1-0
54' Áki Debes Samuelsen (Ári Mohr  Jónsson) 2-0

Víkingur - EB/Streymur 8-0 (0-0)
53' Olaf Bárðarson 1-0
58' Olaf Bárðarson 2-0
61' Ingi Jonhardsson (Olaf Bárðarson) 3-0
66' Sølvi Vatnhamar 4-0
70' Jákup Johansen (Ingi Jonhardsson) 5-0
75' Sølvi Vatnhamar (Ari Olsen) 6-0
76' Sølvi Vatnhamar (Finnur Justinussen) 7-0
81' Sølvi Vatnhamar 8-0

Støðan
1. KÍ 67 stig *
2. Víkingur 57 stig
3. B36 57 stig
4. HB 55 stig
5. 07 Vestur 37 stig
6. EB/Streymur 25 stig
7. B68 22 stig
8. ÍF 19 stig
--------------
9. TB 16 stig
10. AB 15 stig **

* Føroyameistari
** Flutt niður

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder