placeholder
Fótbóltur

AB hevur funnið sín áleypara

31-ára gamli sterki strandingurin skal í 2023 royna at skora neyðugu málini á Argjum. Brian Jakobsen hevur seinastu fýra árini spælt við B36 og hevur samanlagt yvir 150 dystir í fremstu røð í Føroyum.

Brian Jakobsen skoraði í fjør 10 mál fyri B36 og vísti seg millum annað væl fram í Conference League-dysti móti danska Viborg (Mynd: Sverri Egholm)

Brian Jakobsen skoraði í fjør 10 mál fyri B36 og vísti seg millum annað væl fram í Conference League-dysti móti danska Viborg (Mynd: Sverri Egholm)

2023-03-03 07:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrr í vetur gjørdi Argja Bóltfelag avtalu við kanadiska áleyparin Aramis Kouzine, ið kom úr donskum fótbólti. Hann fer tó sum skilst ikki at spæla nakran almennan dyst fyri felagið, tí sambandið í vikuni er sagt upp - hetta orsakað av persónligum trupulleikum/viðurskiftum hjá spælaranum.

Í gjárkvøldið kundi AB kunngerða ein nýggjan áleypara; ein sum væl og virðiliga er vanur við føroyskan fótbólt og føroysk viðurskifti.

Nú 31-ára gamli Brian Jakobsen spældi við barndómsfelagnum Skála til og við 2018. Júst hetta kappingarárið var tað besta í mun til mál hjá honum í Betrideildini: Hann skoraði 10 mál í 23 dystum, sambært Faroesoccer. 

B36 fekk fatur á honum eftir hetta kappingarárið, men hóast eina góða byrjan hevur tað verið eitt sindur "start-stopp" hjá Briani í B36; orsakað av skaðum og øðrum viðurskiftum. Í 2022 skoraði strandingurin tó samanlagt tíggju mál og vísti hann seg millum annað væl fram í evropeiskum dystum.

[object Object]
Í 2019 skoraði áleyparin níggju ferð fyri sítt nýggja felag, ið endaði á 2. plássið í Betrideildini (Mynd: Jens Kr. Vang)


[object Object]
Brian Jakobsen í nýggja búna sínum (Mynd: Argja Bóltfelag)

Partarnir hava tó ikki gjørt nýggjan sáttmála í vetur, og nú er greitt, at nýggi heimavøllurin hjá Briani verður Inni í Vika á Argjum. AB skrivar á heimasíðu sínari, at partarnir í gjár komu ásamt um sáttmála, sum er galdandi fyri hetta kappingarárið.

Brian Jakobsen er kent navn í føroyskum fótbólti. Stóri og sterki framherjin, ið er blivin 31 ára gamal, er uppvaksin á Skála, men hevur síðani 2019 spælt við B36. Brian hevur spælt 152 dystir í Betrideildini, har hann hevur skorað 45 mál, so talan er um ein leikara við nógvum royndum úr bestu mansdeildini. Nú verður tað so á Argjum og í ljósabláu AB-blusuni, at Brian skal finna málið.

Áleyparin hevur eisini ofta funnið veg til málið, tá hann hevur spælt í 1. deild. Har hevur strandingurin sambært FaroeSoccer 93 mál í 118 dystum - millum annað skoraði hann 32 í 2015. Hann er eisini kendur fyri at vera ein sterkur spælari: Í luftini og í mun til at halda uppá bóltin/halda mótstøðuspælarum burtur. 

Fyrsta uppgávan hjá AB, ið endaði nummar átta við 29 stigum í fjør, er á útivølli móti EB/Streymi sunnudagin klokkan 15.





placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder