
Í kvøld varð føroyameistaraheitið hjá KÍ staðfest í Sørvági. Nakrar tímar áðrenn gjørdist tað eisini endaliga greitt, at AB fer við Skála upp í Betrideildina.
Myndir: KÍ tryggjaði sær FM í Sørvági
Hetta var eisini við einum sigri í Vágum. AB vann 4-0 á næstbesta liðnum hjá 07 Vestur á Valloyruni í Sandavági.
Toppskjúttin hjá AB í ár, undir Dánjal Danielsen, skoraði tvey mál, Jóan Pauli Tórsson skoraði eitt og Brian Jakobsen eitt.
Hetta var tólvti sigurin á rað hjá Øssuri Hansen á rað, og harvið er uppflytingin sannførandi. Eftir úrslitini í kvøld, har B71 seinni tapti á Skála, eru tólv stig frá AB niður til B71 og 3. plássi.
Markus Isaksen avgjørdi dystin móti B71 við tveimum málum. 19-ára gamli áleyparin hevur skorað 22 mál í 1. deild í ár (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Skála liggur til at vinna 1. deild, nú tvey umfør eru eftir. Skála vann næstbestu deildina i 2021 og 2023. Liðið er flutt niður úr Betrideildini tríggjar ferðir á rað (2020, 2022 og 2024)
Harvið verður uppgávan hjá Paula Poulsen og hansara monnum at finna støðufesti á hægri stigi næsta ár. Tað skal AB eisini. Argjamenn fluttu niður í 2023 og megnaðu ikki at flyta upp í fjør men nú bragdaði.
07 Vestur er flutt niður úr 1. deild, og annars stendur stríðið millum EB/Streym, KÍ og NSÍ. KÍ vann í kvøld týðandi sigur á ÍF.
Tað er ikki greitt, hvørji lið AB og Skála avloysa í fremstu mansdeildini í 2026. Tað sær tyngst út hjá TB, og FC Suðuroy og 07 Vestur eru eisini í trupulleikum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald