2019-04-16 07:35
AB hevur skrivað sáttmála við tveir av sínum yngri leikarum. Talan er um Kristin Dahl Rasmussen og Tóka Næss Rasmussen. Hesum boðaði felagið frá á Facebook í gjárkvøldið.
Báðir eru teir verjuleikarar og báðir leikararnir eru partur av U21 liðinum á Argjum, sum vann FM í fjør. Í ár hava báðir leikararnir spælt tríggjar dystir í U21 kappingini, umframt at hava spælt tveir dystir í 2. deild, har AB liggur á fremsta plássi eftir tveimum dystum, vísa hagtølini hjá Faroesoccer.com.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald