Í dag kunngjørdi AB, at felagið hevur gjørt sáttmála við 24 ára gamla Dávid Langgaard.
Dávid er uppvaksin á Norðoyri og spældi í barndómsfelagnum fram til og við 2018. Í 2016 fekk sterki reyðhærdi leikarin, ið kann spæla á so at siga øllum plássum, sítt gjøgnumbrot á besta liðnum hjá KÍ og var við til at vinna Løgmanssteypið.
Í fjør spældi Dávid Langgard í ÍF. Tað gjørdist talan um 24 dystir og fýra mál í Betrideildini. Dàvid spældi mest í miðverjuni og á høgra bakki í Fuglafirði.
(Doris V. Rasmussen, forkvinna í AB, og Dávid Langgaard - Mynd: Argja Bóltfelag)
Maðurin av Norðoyri gongur í løtuni á Maskinskúla í Havn og býr harvið í høvuðstaðarøkinum. AB skrivar, at hetta er ein av orsøkunum til, at hann hevur valt at spæla fótbólt við felagnum komandi ár.
Tøl: FaroeSoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald