Fótbóltur

AB tryggjar sær miðvallara úr Middelfart

Matthias Præst verður við í hópinum um vikuskiftið tá AB spælir ímóti 07 Vestur.

(Mynd: AB)

(Mynd: AB)

2022-06-15 21:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

AB hevur skrivað undir við nýggjan leikara til besta liðið. Hann eitur Matthias Præst og kemur til felagið frá danska Middelfart.

Matthias er 21 ára gamal dani, sum hevur spælt ungdómsfótbólt við Vejle. Í 2018 skifti hann til AC Horsens, har hann í 2019 spældi sín fyrsta dyst í donsku Superliguni.

Síðani 2020 hevur Matthias spælt við Middelfart, har hansara tímaglas nú er runnið, sigur AB.

Middelfart flutti niður úr 2. division niður í 3. division, og Matthias hevur valt at koma til Føroya og út á Argir at spæla við AB í Betrideildini.

Matthias Præst spælir mitt á miðuni. Hann verður lýstur sum rennisterkur, hávaksin og hevur góðan tekniskar førleikar.

AB sigur, at Matthias er byrjaður at venja við hópinum og væntast at verða við í hópinum um vikuskiftið til dystin ímóti 07 Vestur.

Argjamenn hava annars akkurát mist ítróttarstjóran Jonas Dal Andersen, sum hevur tikið av uppgávu frá FC Midtjylland.

Les eisini: Jonas Dal: Ómøguligt at siga nei til FCM-tilboðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder