Fótbóltur

Video: Abbi Hanus bað hann bara leggja bóltin í málið

Eg skyldaði frá Kroatia-dystinum og havi vant skot síðani, sigur tvímálskjúttin smílandi. - Árni tók í meg, tá vit fóru at eta í dag, og bað meg leita í aftara-økið, tá hann trekkir inn...og Ronaldo-íblásturin var har.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-10-09 23:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eg haldi eg havi skorað tvær ferðir uppá stútara: Móti Slovenia, tá vit spældu okkum til U17 EM, og í dag.

Hetta staðfestir ein smílandi Hanus Sørensen.


Sí Hanus Sørensen (nummar 7) stúta bóltin í málið til 2-0 í avgerandi sigrinum í EM-undankapping fyri U17 lið. Vinstri vongurin var aftur við at skriva søgu í kvøld

Hann er stórur Ronaldo-fjeppari, og kanska hetta spældi inn. Og tað gjørdu góð ráð og góðir bóltar frá Árna Frederiksberg eisini.

[object Object]
Hanus Sørensen og Árni Frederiksberg stórfegnast eftir 3-0 málið - nakað teir tosaðu um afturvið matinum í dag 

[object Object]Hanus takkar áskoðarunum, eftir at hann verður skiftur út (Myndir: Sverri Egholm)

24-ára gamli HB'arin í Slovenia skoraði tvey av málunum í søguliga 4-0 sigrinum á Montenegro á Tórsvølli kvøld. Eisini var hann við í seinasta málinum.

- Fleiri hava sagt, at eg skyldaði eftir Kroatia-dystin, so tað var deiligt (...) har var nógv pláss, og tað snúði seg bara um at halda høvdið kalt. 

Hoyr eisini Hanus Sørensen seta orð á flotta føroyska avrikið og framtíðarútlitini omanfyri.

Undankappingin til HM 2026 - Bólkur L
Í dag, hósdagin 8. september
Føroyar - Montenegro 4-0 (2-0)
16' Hanus Sørensen (Árni Frederiksberg) 1-0
36' Meinhard Egilsson Olsen (Árni Frederiksberg) 2-0  - møguliga sjálvmál
55' Hanus Sørensen (Árni Frederiksberg) 3-0
72' Árni Frederiksberg, br. (Jóan Símun Edmundsson) 4-0

Les meira um dystin her: Føroyar við framúr avriki og metsigri

Støðan í bólkinum undan dystinum:
1. Kroatia 13 stig (5 dystir)
2. Kekkia 12 stig (6 dystir)
3 Føroyar 9 stig (6 dystir)
4. Montenegro 6 stig (6 dystir)
5. Gibraltar 0 stig (5 dystir)

[object Object]


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder