Italska fótbóltsfelagið sleppur ikki at spæla við í Europa League komandi, tí felagið hevur brotið reglarnar um ’Financial Fair Play’.
Tað er altjóða ítróttadómstólurin, Cas, sum hevur gjørt av at banna Serie A-felagnum frá evropeiskum fótbólti, skrivar BBC.
Harvið tók Cas undir við evropeisku fótbóltssamgonguni, Uefa, sum hevur skuldsett ACMilan fyri hava brotið seg inn á reglurnar um útreiðslur av rakstrinum.
- AC Milan verður útihýst frá Uefa kappingum í ítróttaárinum 2019-2010”, verður sagt í avgerðini. Milan endaði á fimta plássi í kappingini hesaferð, eitt stig aftan fyri grannarnar, Inter.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald