Fótbóltur

Adrian: - Eg var ísakaldur

Føroyski landsliðsspælarin tryggjaði AC Horsens javnleik og varð kosin dagsins maður hjá liðnum í fyrsta Superliga-dysti sínum.

Adrian Justinussen fegnast eftir 1-1 málið, og var føroyingurin í Horsens nøgdur við stigið eftir dystin (Mynd: AC Horsens)

Adrian Justinussen fegnast eftir 1-1 málið, og var føroyingurin í Horsens nøgdur við stigið eftir dystin (Mynd: AC Horsens)

2026-07-27 22:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eg haldi bara, at tað var skotið ísakalt. Eg var als ikki nervøsir ella nakað, tá eg skuldi taka.

Soleiðis lýsir Adrian Rúnason Justinussen støðuna, tá hann slapp at skjótta brotsspark stutt fyri steðgin í fyrsta Superliga-dysti sínum. Hetta var í heimadysti hjá AC Horsens sunnudagin.

28-ára gamli føroyingurin vísti eisini sín frálíka skotteknikk og smekkði bóltin í málið við høgra beininum.

Sí samrøðuna og málið hjá Adrian Justinussen her

Les eisini: Adrian Justinussen skoraði í fyrsta Superliga-dysti-sínum

[object Object]
Adrian Justinussen við bóltinum (Mynd: Claus Fisker/Ritzau Scanpix)

Harvið tryggjaði Adrian Justinussen AC Horsens eitt stig í 1. umfari. Uppflytararnir tóku ímóti FC Nordsjælland, og var hetta eitt gott avrik, har man fekk nógv av eydnast móti bronsuvinnarunum í fjør, heldur føroyingurin fyri í viðtalu við almennu síðuna hjá AC Horsens.

Eftir dystin varð Adrian eisini kosin dagsins spælari hjá heimaliðnum. Næsta uppgáva verður um vikuskfiti á útivølli móti FC Midtjylland - silvurvinnaranum síðsta kappingarár.

[object Object]
Dagsins maður hjá AC Horsens í aftuvendanii til Superliguna (Mynd: AC Horsens)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder