Adrian Rúnasson Justinussen hevur ikki havt tørv á nógvari tilvenjing í Danmark. Føroyski vongurin vísti seg beinanvegin væl fram í venjingardystunum, og eftir tríggjar dystir í NordicBet-deildini hevur Adrian fýra mál og eitt upplegg fyri Hillerød.
25-ára gamli føroyingurin hevur megnað hetta í 258 minuttum. Saman við Sebastian Pingel hevur Adrian sæð út sum størsti álopskendi profilurin hjá Hillerød. Viðmerkjarar eru longu byrjaðir at tosa um eina flyting til eitt størri felag seinni í ár, men tað er sjálvandi framvegis tíðliga í tíðini.
Í síðsta umfari skoraði Adrian Justinussen til 1-0, og hann legði upp til mál hjá Pingel. Fyri avrikið er Adrian valdur til vikuliðið í næstbestu donsku deildini. Tað er longu aðru ferð, at nummar 17 hjá Hillerød fær hendan heiðurin.
Sí eisini: Adrian á vikuliðnum
Í morgin skal Hillerød royna seg móti oddaliðnum AaB, sum í fjør flutti niður úr næstbestu deildini. Adrian og teir taka ímóti á Farum Park, sum er fyribils heimavøllur hjá Hillerød. Dysturin byrjar klokkan 12 føroyska tí og sæst á Right to Dream Park.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald