Tveir dystir og trý mál. Byrjanin hjá Adrian Rúnasson Justinussen í næstbestu donsku deildini hevur verið ógvuliga góð.
Fríggjakvøldið gjørdist Adrian dagsins maður. 25-ára gamli føroyingurin skoraði tvey mál og var vandamikil í fleiri øðrum førum í 3-1 sigrinum á Helsingør á heimavølli.
Sí eisini: Adrian við tveimum málum
Tað sær út til, at Adrian fer at gerast ein umráðandi brikkur hjá Hillerød, og almennu NordicBet-síðurnar hava vongin á vikuliðnum fyri 20.umfar.
Her skorar Adrian Justinussen til 1-0
Myndir: NordicBet og Hillerød Fodbold
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald