
Martin Agnarsson og Aarhus Fremad taptu fyri fyrstu ferð síðani 15. august, men annars var tað ein ógvuliga góður føroyskur dagur í næstbestu donsku deildini.
Adrian Rúnason Justinussen og Poul Kallsberg vitjaðu á einum ivasomum grasvølli í Middelfart, har nógvur vindur var í serliga 1. hálvleiki. Hillerød kom afturum móti uppflytarunum, men Hillerød svaraði aftur við brotssparki fyri steðgin. Tá 65 minuttir vóru farnir, kom hornaspark inn úr høgru, og mitt fyri málið setti Adrian Justinussen høvdið á.
Til ber at síggja málini og hæddarpunkt á tv3sport.dk
Adrian Justinussen (nummar 17) spældi fullan dyst, meðan Poul Kallsberg (nummar 10) varð skiftur út miðskeiðis í 2. hálvleiki.
Um man stúrdi fyri, at Adrian Justinussen ikki fór at vera hugsavnaðir vegna sítt framtíðar skifti til Horsens, ið varð staðfest fríggjadagin, so varð tað gjørt til skammar í dag. 27-ára gamli føroyski vongurin avgjørdi dystin, sendi Hillerød upp á 1. plássi í Betina Liga aftur og er nú javnsettur toppskjútti í deildini við átta málum fyri tólv dystir.
Framvegis Hillerød-spælari og nú javnsettur toppskjútti í næstbestu donsku deildini - hjá oddaliðnum
Kolding spældi í Esbjerg, og har var Meinhard Egilsson Olsen eyðsýndur. Føroyski vongurin/vongbakkurin skoraði fyrst eitt mál, sum varð kolldømt, hevði okkurt annað skot, og í yvirtíðini í fyrra hálvleiki setti Meinhard Egilsson fótin á.
Sí málið hjá Meinhardi Egilsson (nummar 10) og hæddarpunktini frá dystinum á TV3 Sport
So var 1-0. Stutt eftir steðgin økti heimaliðið. Esbjerg minkaði um munin, men Meinhard og teir fingu tey trý stigini. 28-ára gamli føroyingurin spældi fullan dyst og kemur inn til landsliðssteðgin við høgum sjálvsáliti. Kolding er á 5. plássi, nú 12 umfør eru spæld.
Mánakvøldið spæla Dan Brimsvík og Lyngby í Hvidovre. Vinnur Lyngby hesa grannauppgerðina, so er liðið við føroyinginum í fyribils venjaratoyminum oddalið í landsliðssteðginum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald