19. januar varð tað, sum hevði ligið í luftini leingi, endiliga kunngjørt: Adrian Rúnason Justinussen skal eftir ætlan spæla við Hillerød Fodbold næstu tvey árini.
Les eisini: Adrian hevur gjørt sáttmála við Hillerød
Hann hevur frammanundan bert roynt seg við HB í vaksnamannafótbólti, og nú 25-ára gamli vongurin hevur havt sín fót við í meistaraheitum og steypagulli.
Nú er Adrian komin uppá pláss í Danmark, og hann hevur longu havt ein fót við í nógvum málum hjá Hillerød. Sum in.fo skrivar, so hevur Adrian Justinussen antin lagt upp til mál ella skorað mál í hvørjum venjingardystunum, sum nummar 17 higartil hevur spælt fyri Hillerød.
Tað var ógvuliga eyðsýnt, at Adrian fyri kortum skoraði heili fýra mál móti Superliga-felagnum Hvidovre, sum Hillerød vann 7-2 á. Í gjár spældi Hillerød móti væl lægri felagi - Ishøj IF úr fjórðbestu deildini.
Hillerød vann 2-1, og Adrian Justinussen skoraði annað málið fyri Hillerød. Adrian og liðfelagirnir hava eisini vunnið móti Fremad Amager og spælt javnt móti HIK í seinastuni.
Skjótt skal føroyingurin royna seg, meðan stig eru uppá spæl. Leygardagin 17.02 spælir Hillerød fyrsta umfarið eftir vetrarsteðgin - B93 er á skránni á Eysturbrúgv í Keypmannahavn. Liðið liggur í løtuni á 8. plássið í næstbestu donsku deildini, har tólv lið eru. Áðrenn er venjingardystur á skránni móti Brøndby - mánadagin 12.02.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald