20. umfar í Betrideildini er leikt seinnapartin.
Í Gundadali var eitt slag av lagnudysti fyri liðini, ið hittust. HB og Vìkingur høvdu bæði av álvara tørv á at vinna, um FM-vónin skuldi liva. Tað sá út tungt út hjá føroyameistarunum, eftir at Andreas Lava Olsen smekkaði bóltin í málið aftanfyri HB-liðformannin eftir 25 minuttir. Men so vísti gøtumaðurin hjá HB sínar dygdir.
(HB fekk ikki hildið Lava frá at skora í 1. hálvleiki, men í 2. hálvleiki var HB omaná - Mynd: Sverri Egholm)
Í 2.hálvleiki skoraði Adrian Justinussen hattrick. Fyrst við frísparki, ið snýtti Elias Rasmussen, síðani við sera tryggum brotssparki, og smáar tíggju minuttir fyri leiklok lukkaði ársins leikari í fjør dystin. Heilt stutt undan hesum hevði Filip Djordjevic ein risa møguleika at javna til 2-2, men Víkingur hevur nú tapt fýra útav fimm dystum eftir sumamrsteðgin; allar ímóti topp-fimm liðnum. Víkingur skal nú hugsavna seg um at náa evropeiskt pláss - HB hevur framvegis realistiskan møguleika at endurvinna FM-heiti.
Á Skála var tað suvereni toppskjúttin í føroyskum fótbólti, Klæmint Andrasson Olsen, ið tryggjaði NSÍ ein sera umráðandi sigur í einum góðum dysti. Stutt fyri hálvleik fekk NSÍ hol á, og tá Klæmint økti eitt korter fyri leiklok bendi tað á, at avgjørt var. Men Skála stríddist, fekk minkað um munin og legði eitt stórt trýst á seinastu løtuna. NSÍ helt tó fast, og hetta var 14. dystur á rað uttan tap hjá NSÍ.
(Málkongurin í føroyskum fótbólti sló aftur til í dag. Klæmint hevur nú 23 mál í 19 dystum í Betrideildini)
KÍ kom aftur á sigurskós eftir tvey keðilig úrslit á heimavølli. Páll Andrasson Klettskarð skoraði einsamalla málið í dystinum - tað fyrsta hjá áleyparanum síðani hann vendi aftur úr Italia. Eins og í Sarpugerði seinast vórðu Arnbjørn Hansen og Hans Pauli Samuelsen settir inn fyri EB/Streym, men eins og tá tapti teir í bláum og svørtum ímóti liðið úr ovaru hálvu.
(Páll Klettskarð tryggjaði KÍ trý stig á Eiði í dag)
Eins og í 3. umfari endaði tað javnleikur, tá TB var og vitjaði í Fuglafirði. Heimaliðið hevði harðliga tørv á stigum, og tað gekk, hóast tvøramenn komu á odda. TB fekk eisini tvey mál kolldømd. Hetta var fyrsta stigið hjá ÍF síðani 23. juni.
(Mynd: Sverri Egholm)
Í seinasta dystinum í dag skuldi B36 royna at taka oddasessin, ið NSÍ fyribils hevði tryggja sær við sigrinum á Skála, aftur. Hetta eydnaðist, men tað var AB, ið legði seg á odda, og B36 skuldi veruliga stríða seg til tað á Argjum. Brian Jakobsen legði B36 á odda tíðliga í 2.hálvleik, og hetta helt; tað var tó spennandi heilt ímóti endanum. B36 er nú ósigrað í 13 dystum, og er oddabátur í einum knallhørðum oddastríði. Meira um hendan dystin seinni.
20. umfar:
HB - Víkingur 3-1 (0-1)
26' Andreas Lava Olsen 0-1
57' Adrian Justinussen 1-1
74' Adrian Justinussen 1-2 (br.)
83' Adrian Justinussen 1-3
NSÍ - Skála 2-1 (1-0)
36' Klæmint A. Olsen 0-1
76' Klæmint A. Olsen 0-2
87' Heðin Klakstein 2-1
EB/Streymur - KÍ 0-1 (0-1)
37' Páll A. Klettskarð 0-1
ÍF - TB 1-1 (1-1)
26' Eirikur Ellendersen 0-1
38' Gundur Petersen 1-1
AB - B36 1-2 (1-1)
8' Bárður Olsen 1-0
14' Michal Pryzbylski 1-1
48' Brian Jakobsen 1-2
Støðan:
1. B36 (47 stig) 20 dystir
2. NSÍ (45 stig) 19 dystir
3. KÍ (42 stig) 19 dystir
4. HB (41 stig) 20 dystir
5. Víkingur (38 stig) 20 dystir
6. Skála (25 stig) 20 dystir
7. TB (19 stig) 20 dystir
8. AB (11 stig) 20 dystir
9. EB/Streymur (9 stig) 20 dystir
10. ÍF (6 stig) 20 dystir
21. umfar - Komandi sunnudag (1/9):
KÍ - HB
Víkingur - ÍF
TB - AB
B36 - Skála
NSÍ - EB/Streymur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald