Fótbóltur

Adrian skoraði í sínum fyrsta almenna dysti í Danmark

Tað var Sebastian Pingel, ið legði upp til málið. Fyrrverandi B36- og HB-áleyparin tryggjaði Hillerød javnleik við málinum til 4-4 í 95. minutti.

Tað var als ikki keðiligt, tá 25-ára gamli vongurin spældi sín fyrsta dyst í næstbestu deildini í Danmark (Mynd: Sverri Egholm)

Tað var als ikki keðiligt, tá 25-ára gamli vongurin spældi sín fyrsta dyst í næstbestu deildini í Danmark (Mynd: Sverri Egholm)

2024-02-23 22:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrstu dystirnir eftir vetrarsteðgin í næstbestu donsku deildini vórðu spældir í kvøld. Tað var drama í øllum trimum dystum við reyðum kortum í tveimum teirra, men tað var serligur spenningur í Hjørring.

Tað var eisini málríkt í Norðurjútlandi, har Hillerød Fodbold vitjaði. Tað endaði 4-4, og spælarar við fortíð í føroyskum fótbóli spældu stóran leiklut.

Adrian Rúnason Justinussen hevur bert spælt í Føroyum frammanundan. Eftir nakrar góðar venjingardystir, við millum annað nøkrum málum, snúði tað seg nú um stig, og fyrrverandi vongurin hjá HB gjørdi bart.

Hann byrjaði inni á vinstra vongi og spældi í 75 minuttir. Áðrenn útskiftingina eydnaðist Adrian at skora. Hetta var í 55. minutt, tá nummar 17 hjá Hillerød legði útiliðið á odda 2-3.

Tað eydnaðist tó Vendsyssel at koma upp á 4-3. Leiðslumálið kom í 90. minutti, og so hevði Hillerød skund. Sebastian Pingel var tó har, sum hann skuldi vera í 95. minutti. 30-ára gamli danin legði upp til málið hjá Adriani, umframt tað fyrsta hjá útiliðnum, og hann tryggjaði Hillerød Fodbolt eitt stig í fyrstu stóru uppgávuni í 2024.

[object Object]
Sebastian Pingel hevði nógvar góðar løtur í føroyskum fótbólti - nú koyrir tað væl í næstbestu donsku deildini (Mynd: Sverri Egholm)

Pingel var í føroyskum fótbólti - Í B36 og HB - í fimm ár. Hann hevur eitt gott kappingarár, og hetta var mál nummar 9 í 18 dystum í 1. Division. Harvið er kraftmikli áleyparin á javnsettum 2. plássi á toppskjúttalistanum í deildini.

Hillerød spælir á heimavølli fríggjakvøldið 1. mars móti Helsingør, sum í løtuni liggur til niðurflyting - liðið hjá Adrian og teimum er á 7. plássi. Sunnudagin, 25.02, spælir liðið hjá Mattiasi Lamhauge: Fredericia vitjar í Hobro.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder