Fótbóltur

Adrian skoraði tvær ferðir í fyrsta venjingardystinum

HB vann 3-0 á B68 á Svangaskarði í gjárkvøldið, har líkindini ikki vóru tey bestu. Fleiri nýggir spælarar og øðrvísi uppstilling vóru at síggja.

Adrian Rúnason Justinussen skoraði tvær ferðir, eftir at hann hevði roynt seg útifrá (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Adrian Rúnason Justinussen skoraði tvær ferðir, eftir at hann hevði roynt seg útifrá (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-01-18 09:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kavin hevur darvað fótbóltsfyrireikingunum seinastu dagarnar og gjørdi millum annað, at eingin venjingardystur var í vikuskiftinum, tá fyrsta umfar av VFF Cup upprunaliga var á skránni.

Nakrir dystir vóru eisini/síðani lagdir til at verða spældir í gjár, týsdagin 17. januar, men fleiri vórðu útsettir vegna veður. Tó var spælt á Svangaskarði, har ruddað var fyri kava áðrenn. Kavi kom tó niður undir dystinum, og vindurin darvaði eisini spælinum.

Einasta málið í fyrra hálvleiki var eitt sjálvmál, har Bárður Ólavsson Jensen var óheppin og gleið. HB fekk eisini tvey mál í seinna hálvleiki, og í báðum førum var tað Adrian Rúnason Justinussen, ið royndi seg útifrá. Tað fyrra var beinleiðis fríspark - tað seinna kom í jørðina áðrenn, síðani fekk, Benjamin Schubert hendurnar á, men bólturin stakk í málið.

HB vann harvið 3-0 í fyrstu royndini í ár. Liðið hevur styrkt seg nógv í seinastuni, og útfrá upplýsingunum sum bolt.fo hevur fingið hendur á, spældu allir teir nýggju spælararnir, fyriuttan Mikkel Dahl. Annars manglaðu skaðadarvaðir spælarar sum miðverjarnir Bartal Wardum og Hørður Askham, men áhugavert er, at HB spældi við trimum í miðverjuni. 

Sagt verður av Svangaskarði at HB var spælstýrandi, men at B68 hevði nakrar stórar málmøguleikar; millum annað var Boubacar Dabo nær við í fyrra hálvleiki, og heimaliðið hevði ein trífaldan møguleika í seinna hálvleiki.

Í kvøld klokkan 19 spæla AB og ÍF á Tórsvølli.

VFF Cup
1. umfar, týsdagin 17. januar - á Svangaskarði
B68 - HB 0-3 (0-1)
0-1 Sjálvmál
0-2 Adrian Rúnason Justinussen
0-3 Adrian Rúnason Justinussen

Liðuppstillingar síggjast niðanfyri - kelda: bolt.fo

B68 (4-3-3): Benjamin Schubert - Fríði í Túni Petersen, Áki Johannesen, Hjalti Strømsten, Bárður Ólavsson - Aleksandur Ólavsson, Sebastian Lau Nielsen, Ragnar Samuelsen - Gilli Samuelsen, Jørgen Nielsen, Boubacar Dabo.

Hesir komu inn: Villiam Klein, Hanus Højgaard, Jónas Warner, Hjarnar Johansen, Aron Reinert Hansen og Eli Hansen

HB (3-5-2): Teitur Matras Gestsson – Samuel Chukwudi, Heðin Hansen, Viljormur Davidsen – Hanus Sørensen, Dan í Soylu, Adrian Justinussen, Ejvind Mouritsen, Ási Dam – Mads Borchers, Rani Sørensen.

Hesir komu inn: Bjarti Vitalis Mørk, Mathias Præst Nielsen, Dánjal Reginson, Jógvan Elmarsson Ósa, Leivur Guttesen og Jón Steingrímson


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder