Fyrsta umfar í næstbestu donsku deildini (NordicBet Liga) er av, og tað var ein fín byrjan hjá føroyingunum - hjá einum í mun til trý stig og hjá einum í mun til mál.
Mattias Lamhauge og Adrian Rúnason Justinussen skiftu til ávíkavist Fredericia og Hillerød í vetur, úr ávíkavis B36 og HB. Daniel Johansen gjørdist í summar triðji føroyingurin at vera sáttmálabundin í deildini. Vinstri bakkurin, ið skifti úr Thisted í triðbestu deildini, kom tó ikki á vøllin í dag fyri Hillerød.
Daniel sat á bonkinum allan dystin í Farum, har Hillerød tók ímóti Hobro. Har sá hann fyrrverandi HB-liðfelagin gera nakað, ið Adrian Justinussen hevur gjørt so ofta fyrr: Skora beinleiðis fríspark á vakran hátt. Hetta var úr millum 25 og 30 metrum rímiliga mitt fyri, og bólturin endaði í málhorninum.
Tíverri er videobrot ikki alment tøkt enn.
Málið var til 1-1 var tríggjar minuttir fyri steðgin, og var tað 8. málið hjá Adriani síðani skiftið. Útiliðið kom á odda aftur í 82. minutti, men í yvirtíðini javnaði miðverjin Gregers Arndal til 2-2 eftir deyðbóltsstøðu. Hann gjørdi sjálvmál tíggju minuttir frammanundan.
Mattias Lamhuage hevði nakrar bjargingar í sigrinum í dag (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Eitt stig á heimavølli móti Hobro var ikki heilt eftir ætlan hjá Hillerød, men hjá gamla toppskjútta felagsins, Sebastian Pingel, var verri.
AC Horsens fer hart eftir uppflytigini og nýggja liðið hjá Pingel kom eisini á odda eftir 18 minuttir móti Fredericia. Útiliðið skoraði tó tvær ferðir eftir steðgin og skoraði til 3-1, tá tíggju minuttir vóru eftir.
Mattias Lamhauge hevði nakrar umráðandi bjargingar í málinum og talan var um heilt góða byrjan hjá føroyska landsliðsmálverjanum og hansara monnum.
2. umfar í Nordic Bet-deildini er næsta vikuskifti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald