Annað

Ægir vann SuSwim Open

Signhild og Róland høvdu bestu avrikini.

Mynd: Svimjing.com

Mynd: Svimjing.com

2019-02-25 11:55 Author image
Ari av Rana
placeholder

Svimjifelagið Ægir vann um vikuskiftið SuSwim Open 2019, sum var hildin í Páls Høll í Vági.

Tilsamans vóru tey 97 íðkarar og 18 lið úr 6 feløgum sum kappaðust 601 ferðir í 36 kappingum, skrivar svimjing.com.

Tá avtordnaði vann Ægir kappingina við 19 gull, 9 silvur og 6 bronsu. Nummar tvey varð Havnar Svimjifelag við 11 gull, 18 silvur og 10 bronsu. Nummar trý gjørdist SuSwim við 5 gull, 7 silvur og 15 bronsu, meðan reysti gjørdist nummar fýra við einari bronsu. FS og Flot megnaðu ikki at vinna sær heiðursmerki til hesa kappingina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder