Fótbóltur

Ælabogin eisini á vøllinum hjá B36-monnum

Liðskiparin á besta mansliðnum hjá B36, Andrias Eriksen, hevur ælabogalitt liðskiparaband um armin í dystinum móti EB/Streymi.

2021-04-25 15:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Liðskiparaband og sveittibond eru blivin tað heilt stóra evnið seinastu dagarnar.

Hóast FSF ikki endaliga hevur viðgjørt hetta, hevði Olga Kristina Hansen, liðskipari hjá B36-kvinnum, ælabogalitt band um armin í dystinum móti AB/B71 fyrr í dag, og tá B36 og EB/Streymur gingu út á Tórsvøll klokkan 15, hevði Andrias Eriksen, liðskipari hjá B36 eisini hetta litfagra liðskiparabandið um armin.

[object Object](Mynd: Televarpið)

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Sum skilst fer Atli Gregersen, liðskipari hjá Víkingi, eisini at bera ælabogalitt band tá felagsliðið í Gøtu og Leirvík er á vitjan hjá 07 Vestur.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder