Sunnudagin vóru tíggju mál á muni tá samanumkom í grannauppgerðini í Stavanger, tá bestu manshondbóltsliðini í býnum hittust í næstbestu norsku deildini. Tróndur Mikkelsen var í hopla. Fyrrverandi Neista-leikarin, ið fekk sítt altjóða gjøgnumbrot í HM-undankappingardystunum á Hálsi miðskeiðis í januar, skoraði tíggju mál fyri Viking, og hoyvíkingarnir Jónas Gunnarson Djurhuus og Helgi Hildarson Hoydal gjørdu, sum verða man, mun fyri liðið, sum kappast um uppflyting til Rema 1000-deildina. Mótstøðuliðið Stavanger (SIF) er nú á 6. plássi, men ætlanin er, at hesi bæði liðini næsta ár skulu vera eitt.
- Hetta er okkara møguleiki at aftur geva økinum eitt elitufelag í næststørstu ítróttargrein í Noregi. Hetta er okkara møgueliki fyri at byrja eina tíðarskeið, har Stavanger aftur verður fremsti hondbóltsbýru í Noregi
Soleiðis skrivar Viking Håndbold á heimasíðu sínari, har tað verður kunngjørt at grannauppgerðin sunnudagin verður tann seinasta millum feløgini, ið nú kasta saman - aftur.
Síðst í 1980'unum og tíðliga í 1990'unum kappaðust tey sínamillum um stóru steypini og spældu evropeiskar dystir. Men við aldarskifti var peningakassin tómur. Stavanger Håndball gjørdist veruleiki - so at siga av neyð. Longu í 2009 vóru Viking og SIF hvør sítt felag aftur, og tey hava roynt at funnið stevið aftur hvør sær. Viking var fyri kortum í bestu deildini - við millum annað trimum føroyingum.
Helgi Hildarson Hoydal hevur seinastu árini verið partur av føroyingarfelagi í Stavanger (Mynd: vikinghk.no)
Nakað soleiðis verður tilgongdin lýst á vikinghk.no, har tað er eyðsæð, at man gleðir seg til, at samanleggingin verður veruleiki. Tað verður eisini gjørt greitt, at talan ikki er um fíggjarligar trupulleikar, ið liggja aftanfyri. Heldur er tað ítróttarligt framsøkni: Í Stavanger vilja tey fast vera millum tey fremstu í Noreg, og víst verður á nú hevur man lært, og at viðurkent er, at neyðugt er við broyting.
Víst verður eisini á, at Stavanger hevur fostrað fleiri norskar stórleikarar enn nakar annar býur við leikarum sum Ole Erevik, Kristian Bjørnsen, Espen Christensen, Gøran Johannessen, Alexander Blonz og Mario Matic, men at teir skjótt eru farnir aðrastaðni at spæla, og at býurin og økið hevur uppiborið eitt stórfelag, og at ynskiligt er áhugin og ídni fyri ítróttin í stóra býnum veksur.
Nú skal hetta gerast saman, skrivar Viking. Spurningurin er so, um Helgi Hoydal, Jónas Gunnarsson Djurhuus og Tróndur Mikkelsen, ið eru profilar hjá liðnum í myrkabláum í løtuni, vera við í hesari ætlanini, og um nýggja samanlagda Stavanger-felagið verður at síggja í bestu deildini frá byrjan. Viking er beint undir uppflytingarstrikuni, nú níggju umfør eru eftir at spæla
Hondbóltur
Ætla at skapa eitt stórfelag í Stavanger
Eftir hetta kappingarárið leggja Viking Handball og Stavanger (SIF) saman - orsøkin er at miðja verður ítróttarliga eftir meira. Tey vóru eisini saman fyrstu níggju árini í hesari øldini, uttan at tað eydnaðist serliga væl. Tríggir føroyingar spæla í løtuni hondbólt í Stavanger.
Frá grannauppgerð í Stavanger sunnudagin, har Tróndur Mikkelsen, ið her sæst beint eftir skotroynd, skoraði tíggju ferðir - Helgi Hoydal (nr. 22) sæst á strikuni. Talan var um fyribils seinastu grannauppgerð millum feløgini, sum skjótt fara at leggja saman (Mynd: vikinghk.no)
2022-02-08 14:42
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald