Fótbóltur

Ætla at skifta graslíki á ovara vølli í juli

Mælt verður til, at sáttmáli verður gjørdur við danskt felag fyri eina upphædd áljóðandi 3,2 milliónir. HB og B36 skulu eftir ætlan spæla á Tórsvølli í juli.

Ovari vøllur í Gundadali hevur, umframt nógvan fótbólt, verið nýttur til rørslufagnað (Mynd: Jens Kr. Vang)

Ovari vøllur í Gundadali hevur, umframt nógvan fótbólt, verið nýttur til rørslufagnað (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-04-29 13:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ovari vøllur í Gundadali hevur ikki verið nógv nýttur seinastu tíðina, nú fótbólturin hevur ligið stillur orsakað av koronasmittuni. Men annars er nógv trýst á vøllinum, ið er við at verða heldur slitin.

Ætlanin hevur í eina tíð verið at skifta graslíki, og Tórshavnar kommuna hevur verið í einari tilgongd. Trý tilboð komu inn at leggja nýtt graslíki á ovara vøll í Gundadali. 

Eftir at hava gjøgnumgingið tey trý tilboðini, er tilmæli komið frá ráðgevanum um at fara undir at gera sáttmála við Laiderz Aps um verkætlanina. Felagið hevur lægsta boð, og dygdin samsvarar við krøvini í útbjóðingartilfarinum. Sáttmálaupphæddin er 3.235.660 krónur, skrivar Tórshavnar kommuna.

Talan er fremstu fyritøkuna á økinum í Norðurlondum - hon lýsir millum annað við, at graslíki heldur i øllum veðrið.

HB og B36 á Tórsvølli

Vanliga koyrir fótbólturin í Føroyum als ikki við fullari ferð í juli - serliga ikki í fyrru hálvu av mánaðinum. Hetta tíðarbili, ið jú eisini gevur góðan møguleika fyri terra, verður nýtt kring landið til at skifta graslíki, tá tað er neyðugt. Seinasta summar varð tað millum annað skift í Klaksvík.

Serstøðan í ár er, at Betrideildin hjá monnum, umframt aðrar kappingar, fara at koyra størri part av juli enn vanligt. Tórshavnar kommuna skrivar, at landskappingardystirnir hjá HB og B36 verða leiktir á Tórsvølli í juli, tá ið graslíkið verður skift á ovara vølli. 

Málið kemur fyri á býráðsfundi hóskvøldið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder