Fótbóltur

Aftaná KÍ-sigur: Venjarin hjá Ferencvaros fingið sekkin

Klaksvíkingar vunnu 3-0 á ungarsku meistarunum og varpaðu Ferencvaros úr Champions League. Nú er eisini greitt, at venjarin er sendur til hús.

Sztanyiszlav Csercseszov hevur fingið sekkin eftir 3-0 tapið móti KÍ í kvøld (Mynd úr Djúpumýru fyri viku síðan: Sverri Egholm)

Sztanyiszlav Csercseszov hevur fingið sekkin eftir 3-0 tapið móti KÍ í kvøld (Mynd úr Djúpumýru fyri viku síðan: Sverri Egholm)

2023-07-19 21:21 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Høvuðsvenjarin hjá ungarsku meistarunum, sum í kvøld taptu 3-0 fyri KÍ, og harvið eru úti av Champions League, er koyrdur til hús.

Talan er um russiska Sztanyiszlav Csercseszov, sum hevur verið venjari hjá Ferencvaros síðan 2021. Dysturin og eyðmýkingin, sum klaksvíkingar stóðu fyri í Budapest í kvøld, bleiv hin síðsti hjá Sztanyiszlav Csercseszov.

- Aftaná dystin høvdu formaðurin í felagnum Gábor Kubatov og Sztanyiszlav Csercseszov eitt prát, og avgerð var tikin um, at høvuðsvenjarin hevði staðið á odda fyri Ferencvaros fyri seinastu ferð, skrivar ungarska felagið á heimasíðuni.

Les eisini: KÍ feldi Ferencvaros í framúr dysti

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder